Skriva út

Malevinus Reyná

Malevinus Reyná
deknur
Elduvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er mangan ein blandingur av sorgblídni og gleði at hitta eldri fólk, sum tú hevur kent alt lívið. Akkurát soleiðis kendi eg tað, tá ið eg var inni og vitjaði Malvinus Reyná í Elduvík og konu hansara, eiðiskonuna Jóhannu í samband við hesa greinina. Heilt fram til 1978 var tað vanligt at síggja Malevinus daga undan Skarðssteini í Oyndarfirði og kvikur á fótum nærkast bygdini fyri síðan at fara umborð á rutubátin til Klaksvíkar. Blíða og fegna andlitið fylgdi við honum tá og tað er har enn, nú hann er 84 ára gamal og merktur av elli og hann er so hjartans fegin um at hava fingið meg á vitjan. Malevinus er føddur 5 oktober 1931. 

    Malvinus er ikki upprunaliga elduvíkingur og tað strekkir nokk ikki longur enn til hálvan elduvíking. Hann er føddur í Klaksvík og var tilkomin, tá ið hann endaliga flutti til Elduvíkar. 

    -Mamma mín, Marin Kristina var úr Elduvík og hon giftist við pápa, sum var klaksvíkingur og kallaðist Esbern Johannesen. Eg var 32 ára gamal, tá ið eg flutti til Elduvíkar. Tað var festið sum lokkaði. Áðrenn hevði eg arbeitt í tíggju ár á guanofabrikkini hjá Kjølbro við Grótrætt í Klaksvík. Vit vóru tríggir mans fast í starvi og fleiri fólk komu, tá ið nógv var at gera. Vit gjørdu fiskamjøl burtur úr slógvi. 

    -Tá ið eg kom til Elduvíkar í 1963, var ongin vegur til bygdina. Hesin kom ikki fyrr enn í 1978. Vit vóru ógvuliga avbyrgd, einasti møguleikin var við báti og tá ið brim var, var einki annað at gera enn at fara til gongu til Oyndarfjarðar ella í ringasta føri til Fuglafjarðar fyri at sleppa við báti til Klaksvíkar. Ella eftir onkrum, sum var við rutubátinum. Fartur var við rutubáti tvær ferðir um vikuna. Eg hevði búð í Elduvík í eitt ár undir krígnum í árunum 1940-41, tað var um hetta mundi at týskarar gjørdu álop á Klaksvík og nógv fólk fluttu. Eg fall til í Elduvík og fekk tokka til bygdina. Ommubeiggi mín hevði festið. Hann kallaðist Heini Nygaard. Eftir tógvið stríð fekk eg festið og nú vendist ikki aftur. Vit leigaðu i bygdini tey fyrstu árini í húsunum hjá Jákup og Ennu Garðshorn og seinni bygdu vit. 

    -Eg kundi ikki liva av at vera bóndi, so eg tók fyrifallandi arbeiði, eitt nú vegarbeiði og Jóhanna var ógvuliga røsk. 

    -Jóhan hjá Peri, sum var deknur, gjørdist sjúkur miðskeiðis í sjeytiárunum og eg fór at lesa fyri hann. Eg var deknur í 25 ár fram til aldarskiftið. Mær dámdi væl at vera deknur. Dóttirin búði í Runavík og vit vitjaðu hana av og á í vikuskiftunum. Tá koyrdi eg norður í kirkju og út aftur til Runavíkar at eta døgurða. Eg haldi, at eg tók hetta arbeiði álvarsligt og vildi ikki, at kirkjan skuldi standa tóm. 

    Malevinus og Jóhanna hittust í Klaksvík, har hon arbeiddi sum ung. Tey eiga tvey børn, son og dóttir og barnabørn.