Skriva út

Malena Egebjerg Jacobsen

Malena Egebjerg Jacobsen
organistur
Sjógv
Malena er ein av organistunum, sum skiftist at spæla upp á pípuorgulið, sum Verland Johansen bygdi til Sjóvar Kirkju. Hon er donsk, fødd og uppvaksin í Thisted í Thy og mamma hennara er organistur, eisini systur hennara. Hon er fødd beint undan jólum, tann 15. Desember 1972. 

    -Kirkjan og missiónin hevur havt týdning í mínum uppvøkstri og eisini tónleikurin. Mamma mín er organistur, somuleiðis systir mín. Tað er ein partur av okkara lívi. Eg lærdi at spæla urgu eftir nótum sum heilt ung, eg var um 7-8 ára gomul. Eg havi verið kórleiðari niðri, sigur Malena Egebjerg Jacobsen. Hon er gift við prestinum á Gjaranesi, Símun Jacobsen og tey eiga trý børn.
Samrøðan gongur fyri seg á flótandi føroyskum og Malena hevur sjáldsom málslig evnir, eg dugi ikki at hoyra, at hon er donsk. 

    -Tað vóru nógvir føroyingar á kollegiinum í Århus. Eg fekk at vita, at eg lærdi ongantíð føroyskt, men eg vildi vísa teimum. Vit fluttu úr Danmark í Leirar í Hvalba í 2007. Eitt kvøldið ringdi ein hvalbingur til mannin og vildi hava staðfest, um eg var føroysk. Hann hevði sjálvur snakkað við meg og var sannførdur um, at eg var føroysk og kona hansara pástóð, at eg var donsk. Nú var tað upp til prestin at avgera trætumálið. 

    -Eg og Símun møttust á bíbliuskúla. Hann fór at lesa aftaná og hann vildi aftur til Føroyar. Tað lá líkasum í kortunum, at eg skuldi búgva í Føroyum. Eg fall til longu frá fyrsta degi og nú eri eg so heppin, at eg eisini kann brúka mína útbúgving. Eg eri útbúgvin løgfrøðingur og arbeiði á Umhvørvisstovuni. Koyringin er sjálvsagt tyngjandi og eg gleði meg til Skálafjarðartunnilin. Tað ber til hjá okkum at kombinera arbeiðið, tí maðurin arbeiðir heiman. Honum dámar eisini at koma út og vit leggja hetta tilrættis. 

    -Eg spældi fyrstu ferð í Sjóvar Kirkju við fráfaringargudstænastuna hjá Ámund Berthelsen, sum hevði verið organistur í eitt mannaminni. Hetta var í august 2010. Vit organistar skiftast og eg royni at spæla, tá ið Símin hevur gudstænastu, so vit ikki skulu í hvør sína ætt ein sunnumorgun, sigur Malena Egebjerg Jacobsen.