Skriva út

Magnus Zachariassen

Magnus Zachariassen
organistur
Hestur
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Inni hjá Magnus og Fríbjørg Zachariassen í Ólastovu í Hesti er dekkað borð. Tey giftust 9 februar í 1964 og síðan tá hava tey hildið saman. Og væl er komið burtur úr, fýra børn, tveir dreingir og tvær døtur og 11 barnabørn. Tey eru bæði ættaði úr Hesti og hava kenst alt lívið. Eg siti til borðs, tí eg skrivi um allar kirkjutænarar, sum eru á lívi í Føroyum. Hetta er bóndahús og kjøtið í Hesti hevur góðan og nógvan eftirsmakk. Magnus er føddur 8 februar 1936.

-Hans Edward spældi orgul í kirkjuni. Hann gjørdist sjúkur miðskeiðis í fimtiárunum í farnu øld og so fór eg at spæla eftir gehør. Seinni lærdi beiggi mín, Jørmund, at spæla eftir nótum og tá spældi eg bara, um hann var burtur. Hann tók yvir. Sigvald Kristiansen, lækni, plagdi at spæla, tá íð hann var her úti. Kona hansara, Ása, var ættað higani. Eg gavst í 1992, eg var so nógv burtur og hevði eisini neyt at passa, sigur Magnus Zachariassen.

-Eg fór til skips sum ungur. Tey fyrstu trý árini var eg umborð á sluppini Keflavík, sum var heimahoyrandi í Vestmanna. Eg var eisini við kvívíkstrolaranum Stel Argus, árið fyri sum hann gekk burtur. Eg var eisini við týskum trolarum. Í 1965 fór eg umborð á Vágbing og var seks ár í maskinrúminum. Vágbingur var eitt gott skip. Eg var eisini maskinmeistari við stykkjagóðsbátunum Icemann og Snowmann og gavst at sigla í 1976.

-Eg havi arbeitt í landi og eg havi eisini róð út. Frá 1985-92 var eg á landsverk, síðan róði eg út tey næstu fýra árini og fór aftur á landsverk og har havi eg verið heilt til nú. Kanska fari eg aftur har, sigur hann smílandi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”