Skriva út

Magnus Sverri Hansen

Magnus Sverri Hansen
deknur
Porkeri

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Magnus Sverri Hansen royndi seg fyrstu ferð sum dekn, tá íð hann blaðungur var deknur í Skúvoy. Hetta var í 1971 og hann var tá vikarur í Skúvoyar skúla. Hetta var í føstu og hann læs bæði sunnudag og mikukvøld.

-Og eg helt fram við deknastarvinum, tá íð eg kom sum lærari við Vágs skúla í 1978.

Tá skiftist eg eina tíð við aðrar deknar. Í 1986 varð eg biðin um at avloysa Sakaris Muller her í Porkeri. Eg tók við í 1987 og eri framvegis deknur. Eg havi skiftst við Hilmar Bech, sum júst er deyður. Tú venist við at vera deknur og lesa fyri eini fjøld. Í fyrstuni tordi eg einki serliga væl.

-Eg byrjaði sum lærari við Vágsskúla og nú eri eg skúlapsykologur fyri alla oynna. Eg eri vágbingur og giftist í Porkeri. Konan eitur Sólva Mortensen. Vit búsettust her í 1980 og eiga tríggjar døtur og fimm barnabørn. Tann elsta býr í Porkeri, tann næstelsta á Tvøroyri og tann triðja býr í Porkeri og arbeiðir í Havn.

-Eg havi nógvan seyð, havi eitt lítið festi. Tað hongur við, at hava seyð og tað er eisini nakað sosialt við tí. Um veturin gongur tíðin við at passa seyðin, eg haldi, at tað er eitt gott hobby, serliga, tá ein hevur nógv við menniskju at gera í gerandisdegnum. Seyður er eitt taknemmiligt djór, fær hann nóg mikið at eta, so er í lagi, sigur Magnus Sverri Hansen.