Skriva út

Magnus Højgaard

Magnus Højgaard
deknur
Rituvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Magnus Højgaard, er deknur í Rituvikar kirkju, og hann er uppkallaður eftir abbabeiggja sínum, sum stavaði frá fimta niðursetumanninum í Rituvík, Magnus Olsen, sum var ættaður av Nesi. Hesin Magnus fekk 12 børn og doyði av sjúku einans 50 ára gamal. Eftir hann sæt konan Elspa, sum var ættað av Sýnuni á Glyvrum við stórum barnaflokki. 

    -Eg havi mangan undrast á konuna hjá abbabeiggja mínum, Magnus í Rituvík. Hann doyði ungur og hon sat eftir við smábørnum. Men øll komu væl undan og øll eru á lívi tann dag í dag. Yngstur er Arni, sum nú er komin væl til árs. Hann hevur búð meginpartin av ævini í Esbjerg og elstur er Maggi og hann er 95 ára gamal. Elspa var eitt grev og tað hevur mangan verið hart hjá henni. Eg haldi at Magnus, abbabeiggi doyði av einum búldi á heilanum. Hann var ein kendur skipari og førdi millum annað Yvonnu, sum var eitt høvuðsskip í Føroyum tá og væl lá fyri hjá honum, sigur Magnus Olsen, 

    -Men hetta hevur ikki nógv við deknatænastu at gera og eg má fortelja eina afturat. Vit eru so stolt av okkara bygd, sum bara var hagi, áðrenn teir fyrstu komu higar í jólaaftan í 1873 Her er fruktagott, bæði til korn, græs og epli rog avkomið hjá teimum fyrstu var gott og sterkt. Her búðu fimm beiggjar Á Miðjuni, sum vit kalla og teir fingu 55 børn. 

    -Pápi plagdi at lesa lestur í missiónshúsinum, áðrenn kirkjan varð vígd í 1955. Eg bleiv deknur i 1987. Tað var Arnold, sum hevði kirkjuráðið um hendur, sum heitti á meg. Eg haldi ikki, at eg himpraðist so nógv, sjálvfylgiligt eitt sindur. Eg avloysti Martin, sum tá skifti andaligan heimstað og fór í Kelduna og vit manglaðu ein dekn. 

    -Eg havi verið glaður fyri at hava verið deknur og nú eg eri farin frá, er tað ofta, at eg sakni tað. Nógvir lestrar eru óalmindiliga góðir. Eg hevði eisini mítt loynikamar í kirkjuni undan lestri . Eg fór í góðari tíð og so legði eg gudstænastuna í Guds hendur og eg havi ongantíð verið óttafullur á kórsgáttini. Tað gevur ein tryggleika at leggja gudstænastuna fyri Gudi. 

    -Eg arbeiði við fisk í Runavík og herfyri var eg so óheppin, at nøkur stáplaði fiskakør raplaðu og eg kom í millum og breyt hálsin. Tá segði eg deknastarvið frá mær. Tíbetur hevur skaðin rætta seg. 

    -Kona mín Liss er úr Skagen.Eg fiskaði frá Skagen í sekstiárunum og vit møttust. Hon er ættað frá eini bygd, sum nevnist Huldsig tætt við Skagen. Vit fingu tvíburðar, tveir synir, Claus og Jacob. Síðan eiga vit eina dóttir sum býr í Herning og ein son, sum siglir í Norra. Tað er vorðið til tíggju barnabørn og trý langabbabørn.
 
    -Eg arbeiði enn fisk á Lynfrost í Runavík, sum nú eitur Faroe Origin. Har eri eg góðskumetari.