Skriva út

Maggi Olsen

Maggi Olsen
klokkari
Rituvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Maggi er ikki vanur við  gang í bilinum, tá ið hann er til arbeiðis. Hann koyrir líkvognin í Runavíkar kommunu og síðan hevur hann tveir minni lastbilar, sum verða nýttir til at koyra deyðan fisk. Og so er hann eisini klokkari í Rituvíkar kirkju og her hevur hann verið trúgvur tænari í mong harrans ár. Hann er ikki bara klokkari, hann er ein slags formaður í torninum og samskipar, nær teir ymisku klokkararnir skulu til arbeiðis at kalla sálir. Maggi er føddur jólaaftan í 1951. 

    -Pápi mín, Arnold Olsen, sum sat í kirkjuráðnum, spurdi meg, um eg vildi vera klokkari. Pápi var sjálvur tiltaksorganistur í kirkjuni. Organisturin kallaðist Hanni Højgaard og tá ið hann var til skips, spældi pápi. Pápi var heimamaður. Eg segði ja, uttan at gera mær nakrar sum helst tankar um tað. Eg segði ja, tí eg skuldi hjálpa Sørin Jacob Lamhauge, hann doyði fyri nøkrum árum síðani og var leingi klokkari. Fyrstu ferð eg ringdi var fyrsta sunnudag í atvent í 1983 og nú eru nøkur ár liðin. Tá eg byrjaði, vóru vit tveir klokkarar, sigur Maggi Olsen. 

    -Mær hevur dáma klokkarastarvið. Eg havi ábyrgdina av, at ringt verður og eg haldi skil á , hvør ið skal ringja. Fyrr var tað sami klokkari, sum ringdi altíð. Nú eru vit tríggir, sum skiftast og eg ringi ikki til jarðarferðir, tá eri eg upptikin av líkbilinum. 

    -Eg havi koyrt líkbilin í 15 ár og havi verið gravari í mong ár. Tað er nakað heilt serligt at hava við jarðarferðir at gera. Tú skalt vita hvat tú ger, ikki vera for dominerandi og traðka til, tá ið tað er neyðugt. Tú skal eisini duga at lurta eftir avvarðandi og ikki allar jarðarferðir eru eins nemmar.
Maggi er giftur við Annemi, ella Anna Emmy.Tey eiga fýra børn, tríggjar dreingir og eina dóttur og seks barnabørn.