Skriva út

Lena Reinert

Lena Reinert
deknur
Kaldbak

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Lena Reinert er ættað úr Kaldbak og hevur búð í bygdini tað mesta av lívinum. Tað lá líkasum í kortinum, at hon einaferð fór at lesa í kirkjuni. Lena er fødd 14 mai 1968. Lesa er uppvaksin í Heimistovu í býlinginum Við Á. Og navnið Heimistova bendir á, at hetta er elsta búsetingini í hesum býlinginum.

-Í 2009 varð eg biðin til dekn.  Eg trillaði barnavogn niðri á Skálatrøð ein dagin, tá ið eg møtti kirkjuráðsformanninum í Kaldbak og hann spurdi meg, um eg vildi vera deknur og eg segði ja beinanvegin. Vit eru tveir deknar, Páll Reinert og eg og vit skiftast annan hvønn mána. Eg læs fyrstu ferð tann 12 juli 2009, sigur hon .

Lena arbeiðir sum granskingarhjálpari á Setrinum. Hon var tveir vetrar í Íslandi og lærdi handritalestur og hon undirvísir eisini í føroyskari rættstaving. Henni dámdi væl í Íslandi og letur væl at lærarunum.

-Mær dámar væl at lesa í kirkjuni og eg kann onkuntíð argast inná at lestrarnir ikki eru gjørdir til øll at lesa.  Um ein maður hevur skrivað lesturin, tá kann tað tykjast løgi, at ein kvinna lestur, tí málið er ikki lagað til. Eg haldi, at lestrar eiga í framtíðini at skrivast soleiðis, at bæði menn og kvinnur kunnu lesa teir.

-At velja sálmar eru eisini eitt arbeiði, sum ikki fellur mær heilt lætt. Eg haldi, at organistarnir, sum hava nógv best skil á sálmum, skuldu sjálvir valt, hvat vit skulu syngja í kirkjuni. Annars halda vit fastan sið í kirkjuni, at deknurin stendur á kórsgáttini, meðan biðisløgini ljóma.

Lena er gift við John Mikkelsen úr Havn. Hann er eisini organistur í Kalbaks kirkju. Tey eiga fýra børn í aldrinum 11, 10, 6 og 4 ár.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”