Skriva út

Leivur Nattestad

Leivur Nattestad
deknur
Miðvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard.

Hvussu tað ber til at eftirnavnið, fremmanda eftirnavnið Nattestad er í Vágunum, kann volda teimum, sum ikki vita betur eitt sindur av høvuðbríggi. Onki staðarnavn í Vágunum stuðlar upp undir navnið. Men søgan er altíð einføld, um skil er i søgusigaranum.

 -Tað vóru tveir norskir kolamenn, sum komu til Føroyar í 1783 og fóru at arbeiða kol í Hvalba. Tann eini, Tore Nattestad, var langabbi mín og hann kom til Miðvágs. Ikki tí at nakað kol var her, men ein genta, Lise Fredriksdattur og hon var langomma mín. Tey giftust og fingu fýra dreingir og tvær gentir. Onnur gentan giftist í Hesti og hin í Hvalba. Tann, sum giftist til Hvalbiar, gjørdist ættmóðir til mektigu Norðbergsættina í Hvalba, sigur Leivur Nattestad. Hann er føddur 4 oktober 1928.

 -Eg havi verið deknur í 40 ár. Eg avloysti eisini Rógva Egilstoft í mong ár. Tey fyrstu 20 árini av mínum lívi búði eg í Hvalba og í Havn. Eg var í 12 ár við trolara við Varberg og við Jupiter.  Eg var eisini við línubáti á Flemmish Cap. Tað var stríggið lív, eini 3-4 tons um dagin. Tað tók hundrað dagar at fáa uppí. Nú er nógv at fáa á hesum lítla banka langt til havs, hann er ikki størri enn 40 ganga 60 fjórðingar.

 -Eg havi arbeitt sum hondverkari í mong ár innan vvs. Havi lagt inn í nógv hús og tað er eitt sindur undarligt at hyggja aftur á, nógv at tí eg havi gjørt, er burtur í dag. Vit løgdu eitt nú varman í Miðvágs kirkju, tey fyrstu árini var elektriskur hiti har. Seinasta húsið eg legði hita í var Sparikassin her vesturi. Tað er einki so gott, sum at arbeiða.

 -Konan er her vesturin frá, úr Miðvági, og eitur Marjun við gentunavinum Hansen og gift Nattestad. Vit eiga fimm børn og 20 barnabørn og trý langbarnabørn. Vit vóru ung, tá vit giftust. Hon 16 og eg 22. Um heilsa verður, so halda vit 60 ára brúdleypsdag 1, januar komandi ár. Tað klára ikki øll í dag.

 Leivur Nattestad læs fyrstu ferð lestur í Miðvágs kirkju fyrst í 1967 og seinastu ferð 8. Juli 2007. Fyri hetta starv fekk hann fortjenstmedalju frá hennara hátygn, Margretu drotning, sum hann ber errin.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.