Skriva út

Leif Hansen

Leif Hansen
organistur
Vesturkirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Leif Hansen, nólsoyingur í Fuglafirði, er ein oddviti innan føroyskan tónleik. Hann er frammarlaga, tá íð tað snýr seg um urguspæl og hann er eisini ein framúr dugnaligur kórleiðari. Leif er ein maður við nógvari orku og tað sæst bæði, tá íð hann stjórnar sangarum og tónleikarum og eisini, tá íð hann situr frammanfyri urguna og fær tað allarmesta burtur úr hesum stóra ljóðføri, tí størsta av øllum ljóðførum. Leif er føddur 13. juli í 1976.

 -Eg havi verið urguleikari í Vesturkirkjuni seinastu 20 árini og fast síðan 2011. Eg havi eisini skiftst við Jógvan Thomsen, Hanus Joensen og Jóan Magnus Joensen. Eg havi lisið tónleikavísund í Danmark og byrjaði at spæla í heimbygdini Nólsoy í 1993. Pápi hevur verið organistur í kirkjuni í Nólsoy í mong ár og eitt orgul var í húsinum, soleiðis byrjaði eg. Vit høvdu eisini ein ígongdsetara í Nólsoy, Hilmar Joensen, sum var lærari og hann var eggjarin. Tað skal bara ein til at seta í gongd og vit eru takksom fyri Hilmar, sigur Leif Hansen.

 -Eg undirvísi í studentaskúlanum í Havn og á Kambsdali í tónleiki, umframt at eg spæli í Vesturkirkjuni. Sóknin er stór, eini 8000 fólk og har er nógv at gera, nógvar jarðarferðir, eitt nú. Kórtónleikurin fyllir eisini nógv. Eg stjórni bæði kórinum Eystanljóð í Gøtu og Havnarkórinum. Tað besta av øllum er, at eg  havi hug at spæla á urgu enn. Og tað er vorðið til nøkur ár eftir hondini, sum kirkjutænari. Eg var eisini organistur í Samuelsenskirkjuni í Keypmannahavn, meðan Bergur Jacobsen var prestur. Tað var meðan eg læs niðri, sigur hann.

Leif er giftur við Anne Mette Klementsen, sóknarpresti í Fuglafirði. Tey eiga fýra børn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.