Skriva út

Kristian Hansen

Kristian Hansen
klokkari
Húsar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Óli Hansen er húsamaður og býr á Húsum, hann er ein partur av kirkjuni og ein partur av kirkjutænarunum í bygdini og ein partur av bygdalívinum. Hann er føddur 7 desember í 1964.

-Tað hevur ligið til familjuna at vera kirkjutænarar. Pápi mín var deknur í samfull 60 ár. Og fyri hetta strev dekoreraði hennara hátygn, Margerta Drotning Onnur hann við eini fortjenstmedailju. Eg havi ikki evnini til at lesa upp fyri fólki og tí havi eg hildið til í torninum sum klokkari. Eina tíð var eg fastur klokkari og eg havi eisini verið avloysari. Eg búgvi á Húsum og havi altíð havt adressu her.

Ein partur av starvsleiðini hjá Kristian Hansen, hevur verið sum hjá so mongum á sjónum og nú arbeiðir hann aftur í landi.

-Eg eri útbúgvin maskinmeistari. Eg sigldi í mong ár við gomlu Norrønu. Eg fór í smiðjulæri hjá Josvein Christiansen í Klaksvík og síðan víðari. Seinastu árini havi eg arbeitt hjá MB teknik í Klaksvík. Vit arbeiða innan aling, sigur Kristian Hansen.

Mongum brestir ætlan og lívið hjá Kristiani hevur ikki verið ein dansur á rósum. Longu sum 42 ára gamal gjørdist hann einkjumaður og eftir sat hann við trimum børnum.

-Konan mín Cecilia, vanliga nevnd Silja, doyði av nýrasjúku í 2006. Børnini vóru tá 5,7 og 8 ára gomul.

-Eg eri ikki uppafturgiftur. Frítíðin gongur millum annað við seyði. Eg eri røktingarmaður í Húsalíð, vestantil á Kalsoynni. Tað er eitt gott frítíðarítriv, sigur hann.