Skriva út

Katrin Groth Mortensen

Katrin Groth Mortensen
deknur
Bønhúsið í Ørðavík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vit hava verið glað fyri bønhúsið. Bønhúsið er savningarstaðurin í Øravík. Her hava vit jólafestirnar, her hava vit sunnudagsskúlan og her verður gudstænasta hildin. Orðini eigur Katrin Groth Mortensen. Hon er Válari, men gift í Øravík. Og Grothnavnið kemur frá oldurabbanum. Katrin er fødd 2. desember 1957.

 -Bønhúsið er vælegnað til gudstænastur og næstu løtuna kunnu vit dekka borð. Húsið riggar væl sum forsamlingshús eisini. Men eg sakni børnini, tað eru ongi børn eftir í Øravík. Nú hjálpi eg til við sunnudagsskúla í missiónshúsinum á Tvøroyri.

 -Eg havi trivist her í Øravík. Eg eri tilflytari og havi kent hita frá bygdarfólkinum, eg eri væl móttikin.

 -Og onkur brotasjógvur hevur verið. Tað kom sum eitt sjokk, at maðurin fekk skaða á havnalagnum á Tvøroyri. Hann er slett ikki komin fyri seg enn. Ein trossi slitnaði, og rakti hann og hann dregist við langtíðarárin av skaðanum . Hann er tann sami, men frá at vera tann raski, er alt farið at ganga spakuligari nú. Hetta skulu vit venja okkum til.

Vit eiga tveir dreingir. Ragnar er elst og Búi er trý ár yngri. Ragnar eigur tvey børn.
 -Sjálv arbeiði eg á Tvøroyri, eg eri útbúgvin farmakonomur,  sigur Katrin Groth.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.