Skriva út

Karstin Lenvig

Karstin Lenvig
klokkari
Hestur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Karstin Lenvig býr í Havn, men hann er úr Hesti og er brúk fyri honum í kirkjuni, letur hann alt liggja í Havn. Karstin er føddur 11. november 1968.

 -Eg havi verið avloysari sum klokkari fyri pápa, tá íð hann hevur verið av bygdini. Pápi hevur verið klokkari alla mína tíð. Og eg havi verið við honum í torninum í kirkjuni, síðan eg var smádrongur, sigur Karstin Lenvig.

 -Eg kenni tað sum mína ábyrgd, at kirkjan í Hesti skal fungera, tí eri eg klokkari, sigur hann.

 -Eg arbeiði á Mest, fór í læru har 28. oktober 1985 og havi verið har síðani. Eg fór á Ørskov skipasmiðjuna í Danmark at læra stálskipasmíð í 1994 og síðan 1995 havi eg verið leiðari á stáldeildini á Skipasmiðjuni í Havn.  Og okkurt skip er tað vorðið til, sigur hann.

 -Eg gekk í 8 flokki í Havn og fór síðan at læra. Tað kom ongantíð uppá tal at flyta út aftur  í Hest. Keypti hús í 1995 á Kommansmýru í Havn. . Men tað merkir ikki, at eg havi slept sambandinum við heimstaðin. Eg eri ofta í Hesti. Mær dámar væl at fáast við seyð. Pápi eigur eina mørk og eina trøð. Og verforeldrini eiga eina trøð í Havnadali. Her hava vit gæs, sigur hann.

Karstin er giftur við Karin Hentze, tey eiga trý born, tveir dreingir og eina dóttir og tá hendan samrøðan var gjørd í 2019 vóru tvey barnabørn komin.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.