Skriva út

Karl Gudmund Hendriksen

Karl Gudmund Hendriksen
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Karl Gudmund Hendriksen hevur verið deknur í Christianskirkjuni í 20 ár. Hann byrjaði í 1994 og gavst i 2014. Karl Gudmund er føddur 16. juni í 1945. Sum ungur var hann ein kendur fótbóltspælari á fyrsta liðnum hjá KÍ.

 -Eg fekk ein blóðtøpp, meðan eg læs inngangsbøn og so var mín starvsleið sum deknur at enda komin. Eg kom væl frá blóðtøppinum, men endaði tó á sjúrkahúsinum. Eg hevði verið virkin í kirkjuni á annan hátt eisini. Eg sat í 12 ár sum kirkjuráðslimur og kirkjuverji, sigur Karl Gudmund Hendriksen.

 -Eg varð spurdur, um eg vildi gerast deknur og segði ja. Fyrstu ferð eg læs var 2. Jóladag. Tá  ið eg lesi lestur dámar væl at lesa úr lestrabókini hjá J. Dahl. Tað var til eina  barnagudstænastu og eg minnist at eg var nervøsur. Eg plagdi at skiftast við Hákun Dam sum deknur. Deknur og klokkari eru til allar tænastur í kirkjuni. Einaferð minnist eg, at eg bíðaði eina heila nátt eftir einum líki, sum kom úr Danmark, sigur hann.

 -Eg fari onkuntið at vitja á Røktarheiminum og tá sigi er eisini nøkur orð sum deknur. Eg lærdi til bygningssnikkara og fór at smíða hús. Eisini havi eg verið burtur og róð út við Hvithamar og Háenni.

 -Kona mín Elin Hendriksen gjørdist sjúk og doyði í nítiárunum í farnu øld. Vit fingu tveir synir og eiga trý barnabørn. Eg búgvi saman við Randi Jacobsen í Havn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.