Skriva út

Karin Johansen

Karin Johansen
deknur og organistur
Hov
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Inni hjá Karini í Hovi er pyntað við fínum útskornum kinesiskum møblum og teir siga sína søgu um fremmand fjarskotin long og um einsemi í hjúnarlagnum, har maðurin í gjøgnum eitt langt lív hevur siglt í danska handilsflotanum. Karin er fødd 17 juni 1935 og hevur bæði verið organistur og deknur í Hovs kirkju, sum er tann gamla kirkjan í Vági.

-Hví gjørdist eg organistur? Pápi segði, at eg skuldi. Hann var sjálvur organistur í kirkjuni og vit høvdu orgul heima og her hevði eg lært meg. Ein dagin kom hann til mín og segði, at eg skuldi spæla og tað gjørdi eg. Pápi mín kallaðist Sámal Johansen. Tað fall mær lætt at spæla í kirkjuni.

-Hin leikluturin hjá mær hevur verið at verið deknur í kirkjuni, tað er ein onnur uppgáva. Tað fall mær eisini lætt at vera deknur, mær dámdi at lesa. Eg gjørdist deknur, tí ongin annar var at lesa.

-Hetta er barndómsheimið hjá mær. Her hava vit búð, maðurin og eg. Hann kallaðist Hjørleif Johansen og var ættaður úr Miðvági og har vitjaðu vit nógv sum ung. Vit fingu fýra børn, ein son og tríggjar døtur. Maðurin vildi búgva í Hovi. Maður mín sigldi hjá Maersk alt lívið. Hann gavst at sigla, tá ið hann fylti 70 og doyði longu fýra ár seinni av magakreft. Tað gongur ikki altíð sum man ætlar. Hann hevði stríðst eitt heilt lív fyri aldurdóminum við pensión og so doyði hann.

-Tá mann klárar seg heima, er gott at vera heima. Eg klári væl upp á loft enn, har sovi eg. Eg havi ein stór frammanfyri mær, tá eg fari vestur í kirkjuna. Eg má fara at fáa mær bil aftur. Men tað kemur ann upp á hvat koyrilærarin á Tvøroyri sigur. Eg blívi so avbyrgd uttan bil, fái ikki farið til handils. Eg havi koyrt bil síðan eg var í tríatiárunum.

-Maður mín var nógv burtur. Onkuntíð tey fyrstu árini var hann útmynstraður í heili tvey ár.

Sonurin Sámal dámdi tað illa, hann var altið so keddur, tá ið hann fór av stað. Eg plagdi at koyra sonin til Hvalbiar, tá ið maðurin var farin umborð á Smyril, so hann kundi síggja hann sigla framvið.