Skriva út

Kára Patursson

Kára Patursson
klokkari
Kaldbak
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kára Patursson er bóndakona í Kaldbak. Hon er eisini mamma, klokkari og bankakvinna. Og hon hevur búð í Kaldbak seinastu 14 árini, har hon er gift. Kára er fødd 4 november 1981 og er ættað úr Kirkjubø. 

    -Eg havi ein avmarkaðan leiklut sum klokkari. Tað kemur so soleiðis, at verfaðir og maðurin eru klokkarar og tá teir ikki kunnu ringja fyrrapartar sunnudag, fari eg oman í kirkjuna og ringi. Eg haldi meg frá at ringja til sjálva gudstænastuna klokkan 12, eg ringi bara klokkan 10 og 11. Maðurin kann vera í fjósinum á Vatnaskørðum og verfaðir koyrir taxa. Vit ringja upp á gamla máta við at hála í reipið. Nú búgvi eg tætt við kirkjuna og eg haldi ikki, at man hoyrir mun á hvør klokkari ringir, sigur Kára Patursson. 

    -Eg havi grønar fingrar og tað var tí, at eg fór á landbúnaðarskúla á Voss. Eg vildi hava møguleikan at gerast bóndi ella at standa fyri einum vakstrarhúsi. Hetta var eitt frítt val frá míni síðu. Eg møtti eisini manninum á skúlanum og nógv í míni familju hava verið har. Eg havi tikist við landbúnað síðan og nú maðurin er farin at arbeiða saman við Siggert, er alt ein familja aftur, sigur Kára Patursson. 

    -Kaldbak er mín heimbygd og tá ið eg eri aftur í Kirkjubø kenni eg meg aftur heima. Mamma og pápi eru í Koltri, men eg var vaksin, áðrenn tey fluttu har. Tað er alt og eitt fyri tey, men ikki mín heimstaður og hóast tað, eru vit nógv har úti í frítíðini og trívast. 

    -Tað eru fyrimunir og vansar við øllum nýggjum. Tað eru stórir fyrimunir at garðarnir eru lagdir saman, bæði við maskinum og øllum øðrum. Men nærleikin sum var við fjósinum í Kaldbak er burtur og børnini verða ikki eins tætt knýtt at dagliga arbeiðinum í fjósinum, nú tað liggur á Vatnaskørðum. Eg og børnini koma sjáldan í fjósið í dag, sigur Kára Paturson. Hon og Hans Petur eiga trý børn, eina gentu og tveir dreingir.