Skriva út

Julia Højgaard

Julia Højgaard
organistur
Hov
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Organisturin í Hovs kirkju eitur Julia Højgaard. Seinastu tíggju árini hevur hon búð í Suðuroy, har foreldrini eru trúboðarapar á Tvøroyri. Tey eru Dagny, sum er ættað av Skála og Jógvan Højgaard, sum er ættaður úr Runavík. Julia er uppkallað eftir ommu síni á Skála, sum fór alt for ung frá okkum av herviligari sjúku. Og Julia er 18 ára gomul, fødd tann 20 mai í 1998.

-Eg byrjaði at fáa orgulundurvísing í triðja flokki í fólkaskúlanum, hetta var undir musikkskúlanum. Vit høvdu eitt hálendskt par her sum undirvísarar. Tey spældi urgu í Hovs kirkju. Seinni fluttu tey til Norra at búgva og eg kom at spæla í Hovs kirkju.

-Ta fyrstu tíðina var nógv fyrireiking. Eg valdi sjálv sálmar og segði dekninum frá í góðari tíð. Nú eri eg byrjað at ganga til klaverundirvísing, men tað er eisini deiligt at spæla orgul.

-Eg gangi í skúla, í 2 g á miðnámsskúlanum í Hovi og tað dámar mær væl. Um hálvt annað ár verið eg liðug við miðnámsútbúgvingina og tá fari eg víðari. Eg havi ikki enn bestemmað meg, hvat eg fari at lesa, annað enn at eg fari at lesa víðari. Eg fari at lesa okkurt.

-Eg havi búð í Suðuroy síðan 2006 og kenni meg eitt sindur sum ein suðuroying. Eg føli meg heima her, men tá íð eg eri norðanfyri, kenni eg meg eisini heima. Har er øll mín familja og tá er skjótt at fella til. Eg havi so einki suðuroyarblóð í mær, sigur hon.