Skriva út

Jostein Petersen

Jostein Petersen
klokkari
Fuglafjørður
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Triði klokkarin í Gøtu kirkju, Jostein Petersen ringir sjáldan. Hann er tilreiðar, tá hinum berst frá. Jostein er fuglfirðingur og er giftur í Gøtu. Hann er føddur 9 august 1952. Í 2006 varð hann valdur í kirkjuráðið í Gøtu. Og á einum fundi kom fram, at ynski var at fáa ein triðja klokkara at hava til at taka. Jostein var í uppskoti og hann tók av. 

    -Vit hava elektriskar klokkur og tær rigga bara. Vit ringja eftir eini gamlari uppskrift, sum er frá pápa Magnus, sum sjálvur hevur verið klokkari í eitt mannaminni, sigur Jostein. Jostein er sonur Sigurd, læraran í Fuglafirði og mamman eitur Sigrid. 

    -Eg eri uppvaksin í Fuglafirði og har var gott at vaksa upp. Í Fuglafirði var nógv arbeiði, og hetta kom væl við hjá okkum ungu, tá ið vit vuksu til. Vit arbeiddu nógv úti á keiini.         

    -Sum smádrongur vóru nógvir russarar á Fuglafirði, og teir vóru bæði blíðir og týðir. Vit plagdu at vera umborð til filmsýningar. Einaferð minnist eg, at vit høvdu bestilt ein film, sum skuldi vísast í Fuglafirði, tá ið dagurin kom, riggaði filmsapparatið ikki. Vit fóru út á keiina og sóu filmin umborð á stóra russiska sleipibátinum “Uruguay”, sum var komin higar at hjálpa russiska skipinum “Baltika”, sum var farið á land í Fuglafirði. 

    -Og hví eri eg so endaður í Gøtu. Orsøkin er einføld. Eg eri giftur við eini gøtukonu, sum eitur Maria Gregersen. 

    -Eg fór í læru sum radiomekanikari sum 17 ára gamal. Tað var hjá Jóhannus Larsen, sum hevði starvast á Loranstøðini í Eiði. Hann var komin aftur til Fuglafjarðar og eg lærdi fyrstu tíðina hjá honum. Hann gavst og eg varð fluttur til Regin Djurhuus í Fuglafirði og lærdi víðari hjá honum. Hann flutti til Thyborøn og eg flutti við og var liðugur við lærutíðina í 1973. Útbúgvingin fevndi um radiomekanikaraarbeiði og elektromekanik. Eg kom heim aftur í 1974. 

    -Og so var ein møguleiki at sleppa til skips. Eg fekk tjans sum fjarritari umborð á Sundaberg og onkran túr við Sjúrðarberg. Hetta var spennandi arbeiði, og eg umvældi brek í teknisku útgerðini á túrinum. Einaferð var okkurt galið við spolanum til eitt relé í spølunum. Spolin kom upp á brúnna og Benny, skiparin og eg hjálptust at at rulla kopartráðin av spolanum. Sjálvandi var hann avbrendur innast. Tað gekk, vit vundu upp á aftur og spælið riggaði allan túrin. Tá ið trolaratíðin var av, fór eg at arbeiða fyri meg sjálvan, bæði í Fuglafirði, í Danmark og í Grønlandi. 

    -Eg havi gjørt nokk so nógv burtur úr at útbúgva meg. Og útbugvingin hevur enntá ført meg til at vera lærari á maskinmeistaraskúlanum. Eg tók maskinmeistaraprógv niðri og síðan læs eg verkfrøði og var liðugur í 1996. Síðan havi eg tikið cand polyt ella sivilverkfrøðing og nú verða tað neyvan fleiri útbúgvingar.