Skriva út

Jørmund Zachariasen

Jørmund Zachariasen
organistur
Hestur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Organisturin í Hest kirkju, Jørmund Zachariassen er og ferðast í Gásadali. Hetta er ikki fyrstu ferð, hann hevur verið óteljandi ferðir í Gásadali og orsøkin er, at tann elsta systurin giftist til Gásadals við bóndanum Dáva í Tøvuni. Hon doyði fyri fimm árum síðan. Jørmund er føddur 20. november 1941. Eg hitti hann í Gásadali, hann er familjukærur sum fáur og er aftur á ferð at vitja svágin og børnini hjá systrini.

-Tað var spennandi at koma til Gásadals um ungur og tað er tað enn. Tá varð gingið og tað var ein onnur avbjóðing enn nú, alt verður koyrt til dyrnar.

-Pápi hevði keypt eitt orgul frá Chr. Høj, lærara á Strondum. Christian hevði hálovað hesum orglinum og hann var ikki heima, tá vit fóru við bát úr Hesti og inn á Strendur eftir tí, men pápi hevði álit á Christian Høj og orglið royndist væl.

-Gamli organisturin, Hans Edward Thomsen legði mær lag á at spæla. Hann var eisini deknur. Fyrsti sálmurin eg spældi til gudstænastu var “Du Herre Krist”. Hann bað meg fara upp at spæla hann og eg varð sitandi. Nú eri eg givin at spæla og nú spælir ongin. Tá ið eg byrjaði høvdu vit eitt vanligt harmonium og nú stendur eitt gott pípuorgul frá Christian Kruse har, men nú er ongin organistur. Eg havi verið organistur alt lívið og hetta bar bara til, tí eg var heimamaður. Var tey fyrstu árini til skips.

-Eg eri ein ektaður gamal drongur, og eg eri familjukærur. Eigi familju kring alt landið og vitji míni kæru. Eg havi verið bóndi, hevði fjós og átta neyt. Tað er eisini dottið niðurfyri. Annars havi eg róð út og tykist við vanligt arbeiði.

-Lívið hevur verið gott, eg kann ikki klaga, tað vildi verið forkert, sigur Jørmund Zachariassen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.