Skriva út

Jørmund Juul

Jørmund Juul
klokkari
Oyndarfjørður
Jørmund Juul er fuglfirðingur, føddur í 1952 og flutti til Oyndarfjarðar í 1988. Hann er giftur Margit í Langagarði og fyrstu árini eftir at tey giftust, búði tey í Fuglafirði og fluttu til Oyndarfjarðar eftir at Jørmund hevði verið í Danmark og lagt oman á timburmannaútbúgvingina. Jørmund hevur starvast sum húsasmiður og innan byggivinnuna alt lívið.

-Eg ringdi fyrstu ferð í Oyndarfjarðar kirkju á Boðanardegi Mariu og tað er á vári í apríl og hetta var í 1994. Og tað var klokkarin Eivind, sum vildi hava hjálp. Hann var einsamallur klokkari tá, og var ógvuliga bundin av hesum og eg segði ja, uttan at ivast, sigur Jørmund Juul.

-Eg havi verið glaður fyri hetta arbeiðið. Gaman í, eg var nakað ósikkur í fyrstuni, men kom skjótt á lagið. Eg og Louis Houman hava skiftst um annan hvønn mánað og Súni traðkar til, tá ið hann er heima. Klokkarin í Oyndarfjarðar kirkju hevur fingið eitt nýtt starv, um tað berst organistinum frá. Vit hava fingið nýggja urgu og organistarnir í kirkjuni hava spælt løg inn, sum vit kunnu spæla av, bara við at trýsta á nakrar knøttar. Og tá ið organisturin berst frá, havi eg nóg mikið at gera við at passa urguna og vil helst sleppa frá at røkja tornið. Tí eru vit tveir klokkarar hesar dagar, sigur Jørmund Juul.

-Eitt starv, sum er fast í kirkjuni, tá ið tann tíðin er, er at dustsúgva úr vindeygakarminum, har leggja nógvar flugur beinini. Tað kunnu vera heilt nógvar. Eg síggi tær av loftinum, tá ið eg fari upp at ringja, sigur Jørmund og roknar við, at hann verður klokkari upp á lívstíð.

-Man veit ongantíð. Man veit ongantíð, endurtekur hann. Nú styttist tíðin á arbeiðsmarknaðinum, men skuldi tað hent, at eg vegna arbeiði farið uttanlands, tá má avloysari finnast og tá veit eg eisini, at sessurin stendur opin, tá ið eg komið heim aftur. Men hetta liggur útí í framtíðini, sum vit onki vita um, sigur Jørmund Juul.

-Hvussu vit ringja er ymiskt, alt eftir hvat hendir í kirkjuni. Undir jarðarferðum sláa vit biðisløg øðrvísi og meira seigligt enn til vanliga gudstænastu. Tá eygleiði eg úr torninum. Eg fylgi við, tá ið kista kemur til bygdina og verður kórsett. Eg byrji við at ringja biðisløg, tá ið fylgið kemur undan inni í Garðamørk, sum eru innastu hús í bygdini, og gevist ikki, fyrr enn fylgið er komið inn í forkirkjuna. Undir jarðarferð verða klokkusløg sligin, meðan kistan og fylgið fer úr gamla kirkjugarði og inn í nýggja, sum er tætt við og eg gevist ikki, fyrr enn kistan verður lorað niður í grøvina. Hetta ber alt til at eygleiða úr torninum, sigur Jørmund Juul.