Skriva út

Jørleif Petersen

Jørleif Petersen
klokkari
Fuglafjørður
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jørleif Petersen kenna fuglfirðingar best í hvítum málarabuksum. Hann hevur verið málari alt vaksna lívið og hann heldur penslinum enn. Og hann er eitt kent andlit í kirkjuni, har hann hevur verið fastur klokkari síðan 2008. Jørleif er føddur 1 juli í 1944. 

    -Eg ringdi ofta áðrenn eg gjørdist fastur deknur. Eg plagdi at ringja fyri Edward Skarðsá, sum var mammubeiggi konuna. Vit vóru grannar og hann var onkuntíð burturstaddur og tá bað hann meg avloysa og eg ringdi fyri hann. Óli og Jofridt vóru eisini avloysarar hjá Edwardi. Eg var biðin, tá ið Óli var farin frá. 

    -Og tað var ikki serliga stórt lop hjá mær at gerast klokkari. Eg havi verið ein partur av kirkjuni alt lívið og fyrsta stóra málaraarbeiði eg fekk var eisini at mála hválvið í gomlu kirkjuni. Vit hanga saman, kirkjan og eg. 

    -Eg haldi, at tað var meira sjarmerandi við gomlu kirkjuni, tá skuldi tú ringja við hond. Nú er bara at trýsta á knøttar, alt er automatiskt. Tað er bara til jarðarferðir í dag, at neyðugt er at fara upp í tornið, til vanligar gudstænastur fara vit slett ikki upp, sigur Jørleif Petersen. 

    -Eg lærdi til málara hjá Jákup Paula. Hann var eisini organistur í kirkjuni. Í lærutíðini var eg fýra vetrar á kvøldskúla á Tekniska skúla. Vit høvdu føroyskt, rokning og faktekning. Eg var útlærdur í 1970 og máli enn av tí einføldu orsøk, at mær dámar so væl at mála. 

    -Tað var nokk ikki so sunt at vera málari, tá ið eg byrjaði, men eg hevði góða heilsu. Vit brúktu bara oljumáling inni og hendan gav nógvan damp.Vatnmálingin kom ikki fram fyrr enn í seinnu helvt av sjeytiárunum. Vit málaðu nógv fyri snikkaravirkið hjá Mester. Sengur og køkar. Vit málaðu nógv æðramáling, tað er at málað soleiðis, at tað líkist ómálaðum træi. Sengurnar hjá Mester vóru prýddar á hendan hátt og málingin kom sum pulvur og øl varð blandað upp í og síðan var liturin smurdur á, og tá hann var tornaður eina løtu, fóru vit við serligum kambum og við fríhond at mála mynstrini í. Tað var stuttligt arbeiði. 

    -Eg havi eisini verið virkin í missiónshúsinum Tabor. Har havi eg luttikið í kóri og streingjakóri.
Pápi Jørleif fekk ikki annað navn enn Einar Suðring. Tá vóru fleiri, sum kallaðust Einar í Fuglafirði. Hann var føddur í Fuglafirði og fór sum seks ára gamal til Sandvíkar og kom ikki aftur fyrr enn hann var 20 ára gamal. Og tað hoyrdist á málinum til sín doyggjandi dag, at hann tosaði suðuroyarmál.

Jørleif er giftur við Paulinu Abrahamsen. Tey eiga tríggjar døtur og ein son og fimm barnabørn.