Skriva út

Jørgin Oluf Kruse

Jørgin Oluf Kruse
klokkari
Eiði
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tey, sum hava gingið í kirkju á Eiði seinastu mongu árini, kenna Jørgin Oluf. Hann hevur verið ein av føstu klokkarunum í seinastu umleið 20 árini og byrjaði hesa tænastuna í 1996. Hóast hann ikki er fastur klokkari nú, avloysir hann framvegis, tá íð boð eru eftir honum. Jørgin Oluf er eiðismaður og er føddur 14 juli 1948.

-Eg varð klokkari eftir at Hans Høghamar legði frá sær. Hann hevði verið klokkari leingi. Eg ivaðist ikki, segði ja um kvøldið, sum eg varð spurdur um dagin. Tað var eitt sindur at seta seg inn í. Eitt nú at fáa klokkuna at klinga soleiðis, sum hon skuldi. Ein skuldi ansa sær, klokkan skuldi heilt upp, men ikki runt, sigur Jørgin Oluf Kruse.

-Nú er nýggj klokka og automatikkur. Hon er størri og tyngri og hevur øðrvísi ljóð. Hin gamla er har framvegis, men er ikki í brúki nú, tí fundamentið er veikt og má styrkjast. Um tann gamla verður brúkt, kann tað henda, at sandur kemur úr tekjuni og niður á pípurnar í orgulinum, og tað riggar ikki. Nú er ein hamari settur á gomlu klokkuna, so hon kann brúkast at messa við og tað er við hond.

-Eg lærdi til elektrikara sum ungur her á Eiði. Lærumeistarin var Hammer Krosslág. Eg fór í læru í 1963 og fekk sveinabrævið í 1968. Eg havi verið elektrikari alt mítt lív, eisini umborð á skipi. Eg var elektrkari við rækjubátum hjá John Dam, eisini við Næraberg og Atlantic Navigator. Eg átti eina hálva mørk í Miðhaga og var ógvuliga upptikin av hesum, meðan eg sigldi. Eg røktaði í Miðhaga í eini 20 ár. Men tá eg legðist uppi á landi, tímdi eg ikki meira og seldi jørðina.

-Eg havi bygt tvær ferðir. Og næstu húsini okkara heim í dag, stendur beint við fyrstu húsini. Her stóð eitt seyðhús, sum eg átti. Vit futtu inn í 2015. Nú hevur dótturin yvirtikið gomlu húsini.

Jørgin er giftur við Rannvu, sum er ættað úr Klaksvík. Tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina dóttir og tey hava fingið fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”