Skriva út

John Ziska Lauritsen

John Ziska Lauritsen
klokkari
Sørvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

John er ein av teimum nýggju klokkarunum í Sørvágs kirkju. Hann ringdi fyri fyrstu annan jóladag í 2018. John er føddur 9. november 1954.
 
-Tað var nógv virksemi í kirkjuni akkurát tá íð eg byrjaði og eg fekk ein sannan elddóp. Eg haldi, at teir bóðu meg til klokkara, tí at eg havi gingið í kirkju alt mítt lív, heimamaður, sum eg eri, sigur John.

 -Konan er við í kirkju og vit arbeiða saman og tað er stuttligt. Hon hongur sálmanummrini upp, sigur hann.
 
-Eg eri bygningssnikkari og havi arbeitt innan hetta fak og at smíða alt mítt lív. Pápi mín hevði eitt verkstað og har lærdi eg. Eg haldi, at eg havi verið við til at smíða eini 80 bygningar í Vágunum.  Eg og Niclas Dahl víðkaðu verkstaðið, soleiðis at vit kundu gera hús inni. Hetta var eitt rættuliga stórt framstig. Nú kundu vit smíða sektiónir og síðan seta húsini upp eftir eini løtu og hetta merkti, at meginparturin av arbeiðinum gekk fyri seg inni. Eg eri fegin um, at vit tóku hetta stigið, sigur hann.
 
 -Tað er munur á at vera bygningssnikkari og at vera timburmaður hóast tað eina er ikki betri enn hitt, bara øðrvísi. Snikkaraarbeiði er fínari enn vanligt timburarbeiði. Í dag er grundarlagið undir bygningssnikkarum viknað nógv, tí fólk keypa lidnar køkar, lidnar trappur og liðug skáp, sigur hann.
 
John er giftur við Astrid Lauridsen og hon er úr Sørvági. Tey eiga tveir synir og tvey barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.