Skriva út

Jóhannes Joensen

Jóhannes Joensen
deknur
Miðvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhannes varð deknur í Miðvágs kirkju á sama hátt sum so nógvir aðrir deknar í Miðvági. Og tað gongur fyri seg nøkulunda upp á hendan mátan.

 -Onkur ringdi til mín og spurdi, um tað hevði mín áhuga at gerast deknur, hetta var helst tí, at eg eri lærari. Eg hugsaði um tað og segði ja. Hetta var einfalt, vit eru fýra deknar og tað gevur tríggjar mánaðir um árið í virknari tænastu og onkuntíð bara tveir. Vit eru rættuliga frælsir sum deknar og velja sjálvir, hvønn lestur vit vilja lesa. Vit hava nógvar lestrar at velja í millum og eg lesi altið nakrar, áðrenn eg taki avgerð, sigur Jóhannes Joensen, sum er føddur 27. november í 1970.

 -Mær dámar ikki lestrar, um teir gerast alt ov háfloygdir og nógvir lestrar eru ótrúliga góðir. Eg havi verið ein partur av kirkjuni alt mítt lív. Man blivur góður við kirkjuna, og eg haldi, at tað er tað minsta, at eg kann geva aftur av øllum tí, eg havi fingið í kirkjuni, við at lesa.

 -Eg havi búð 10 ár í Havn. Eg havi verið lærari í Havn, eftir at eg var liðugur á læraraskúlanum í 1999. Fyrst í Nonnuskúlanum og síðan í Hoyvíkar Skúla. Eg var eisini niðri í tvey ár og nú eri eg skúlastjóri í Sørvági.

 -Gamli skúlin í Sørvági er frá 1957 og er totalt renoveraður uttan og innan og er ein spennandi skúli.

 -Eg búgvi í Miðvági. Keypti hús her í 2009, húsini eru bygd í 2007. Konan eitur Katrin. Hon eigur tvey børn frá fyrri hjúnarlag, eg eigi eitt og vit hava eitt saman. Vit hava fýra børn heima hjá okkum. Tað var at praktiskum ávum, at vit settu okkum niður í Miðvági, tá ið vit komu heim aftur úr Danmark. Húsaprísirnir í Havn vóru so høgir, at vit valdu at flyta vestur, sigur Jóhannes Joensen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.