Skriva út

Johanna Olsen

Johanna Olsen
deknur
Porkeri
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhanna Olsen úr Porkeri er uppvakisn við, at deknur var í húsinum. Pápi hennara Hilmar Bech var deknur ein stóran part av sínum vaksna lívi. Og í 2009 vóru boð eftir Jóhonnu at gerast deknur.

-Eg var deknur fyrstu fer fyrsta sunnudag í atvent í 2009. Deknurin hevur verið ein partur av okkara húsi, so langt aftur eg kann minnast og tí var starvið ikki fremmant. Eg varð biðin, og eg ivaðist eitt sindur, um eg fór at klára tað. Men so hugsaði eg, at við Guds hjálp fór eg at klára tað og tað hevur gingið.

-Tað var kanska ikki meiningin at flyta aftur til Porkeris. Vit búðu í Havn og høvdu fingið grundstykkið í høvuðsstaðnum, men so fekk maður mín, Mannbjørn Olsen, starv her suðuri og vit fluttu suður aftur. Eg lærdi á Føroya Gjaldstovu, var síðan á Tryggingini og síðan á skrivstovuni hjá Mjólkavirki Búnaðarmanna, áðrenn vit fluttu suður í 1984 og síðan havi eg arbeitt á Tryggingarsambandinum í Suðuroy.

-Vit hava fingið trý børn. Eitt býr í Trongisvági, eitt í Havn og eitt í Porkeri. Vit eiga eisini trý barnabørn og tað er hugaligt.

-Pápi var deknur í 43 ár. Hvussu leingi eg verið, veit eg ikki. Tað er fyri meg gevandi at vera deknur, mær dámar tað væl, men eg klári ikki at vera líka leingi sum pápi, tað eri eg ov tilkomin til, sigur Johanna Olsen.