Skriva út

Jóhanna Olafdóttir

Jóhanna Olafdóttir
organistur
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhanna Olafdóttir á Skála hevur eitt langt lív at hyggja aftur á. Hon var borin í heim 4 november 1933, ella sama ár sum Hitler tók maktina í Týsklandi og júst sama ár sum longst sitandi amerikanski forsetin nakrantíð Theodor Rosenwelt kom i sessin í Hvítu Húsini í Washington. Og hon var 12 ára gomul, áðrenn teir mistu maktina og í hesum tíðarskeiðnum hevði Skála flutt seg frá at vera ein bygd uttan kirkju, til eina bygd, sum átti eina tí prýðiligastu kirkjuna í Eysturoynni. Jóhanna minnist Skála uttan kirkju, hon minnist, at bygdarfólkið savnaðist í skúlanum til lestur. Og hon minnist eisini, at tey gingu út til Sjóvar í kirkju. Hon minnist eisini fyrstu spennandi tíðina í nýggju kirkjuni á Skála. 

    -At eg kom at vera organistur í kirkjuni var yvir evnir, heldur enn talent, sigur Jóhanna og hellir seg aftur á. Vit sita uppi á loftinum í kirkjuni, beint við síðuna av pípuorgulinum, sum Verland Johansen smíðaði skálamonnum í 1979. Undan hesum hevði gamla orgulið í Fuglafjarðar kirkju staðið í kirkjuni og tað var júst hetta orgulið, sum slóðaði fyri at Jóhanna gjørdist organistur. 

    -Eg eri komin upp um tey áttati og eg kenni meg ikki gamlan. Og tað er mær ein gleði at hyggja aftur á tær upplivingar, eg havi havt í kirkjuni. Pápabeiggi mín Kristian spældi orgul í kirkjuni, tað var eitt harmonium,men tá ið vit fingu nýggja orgulið úr Fuglafirði, hetta var í 1962, vildi hann ikki spæla meira og eg tók við saman við Kathrinu Lamhauge og eg var tá 29 ára gomul. Framman undan Kristian hevði Hansina Mikkelsen, Hansina hjá Berlin spælt, sigur Jóhanna Olafsdóttir. 

    -Eg lærdi at spæla orgul hjá Chr. Høj, lærara á Strondum. Hann var ein fittur maður og dugnaligur lærari og undirvísingin var eftir tátíðini á høgum støði. Vit lærdu allar stemmurnar. Ein vetur gekk eg at læra at spæla hjá Hjalmar Hátún, hann var í Havn. Eg føldi ongantíð, at eg dugdi nóg væl. Eg og Kathrina skiftust og eg gjørdi tað, tí tað var neyðugt, sigur hon.
 
    -Hetta er løgið at hugsa sær, hvussu alt er broytt í mínum lívi. Sum smágenta búðu vit við bedingina. Gingu til lestur í skúlanum og kundu ikki eingang hava eina altargongd á Skála. Og eg elski kirkjuna, eri har hvønn sunnudag og dámi tað sera væl. Har er friðfult og deiligt. Eg eri sannførd um, at gudstænastuni er lív lagað. Kirkjan hevur dygdir, mær dámar boðskapin og at bíblian verður tolkað í prædikuni, her er ikki bara leyst prát. Mær dámar sjálvan formin í gudstænastuni. 

    -Eg eri vælsignað við einum løttum sinni. Dekan og bráð av lyndi, men tað er vorðið betri við árunum. Vit fingu eina dóttir, vit eiga barnabørn og tey ríka mítt lív í dag, sigur Jóhanna at enda. Hon var organistur í Skála kirkju frá 1962 fram til 1967.