Skriva út

Jóhan Hentze

Jóhan Hentze
deknur
Skúvoy

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Skúvoyingurin Jóhan Hentze er føddur á Krossmessu ella 3. mai. Og Krossmessan er uppkallað eftir eini hending, sum hendi í árinum 326 eftir Krist, tá íð Helena, móðir tann stóra Konstantin keisara fann tríggjar krossar í Jesusalem. Konstantin var keisarin, sum gjørdi kristindómin lógligan í rómverska ríkinum.  Jóhan Hentze er føddur á Krossmessu 1967.

 -Eg avloysti báðar deknarnar ein tíð. Nú er tað sera sjálvdan. Tað fall mær ógvuliga natúrligt at lesa, sigur Jóhan Hentze.

Hóast eg eri bóndi í Skúvoy, so búgvi eg í Havn saman við Súnfríð. Vit eiga hvør sítt barn og tey eru javngomul. Vit eru rættuliga nógv í Skúvoy. Mær dámar væl at bóndast. Mær dámar væl at fáast við seyð og gæs. Mamma er úr Suðuroy og  hon er von við turkaða gás og vit turka eisini í Skúvoy.

 -Vit vera verandi í Havn og eg ferðist ímillum. Tað ber rættuliga væl til, um man hevur áhuga fyri tí, sum eg havi. Og eg havi tað soleiðis, at eg vil fegin vera í Skúvoy, tá íð tørvur er á tí við jørðini. Tað er eisini gott, at konan og børnini trívast væl, tá vit eru her. Tað er altið okkurt at takast við, tá íð tú  hevur jørð.

 -Eg eri maskinmeistari og havi siglt úti. Nú eri eg vorðin heimamaður og arbeiði á skipasmiðjuni Mest í Havn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.