Skriva út

Jóhan Henriksen

Jóhan Henriksen
deknur
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóhan Henriksen var deknur eitt tíðarskeið í áttatiárunum í farnu øld og annars situr hann í kirkjuráðnum fyri Christianskirkjuna. Jóhan er føddur 26. februar 1958.

 -Josup ella Joffe var ættaður úr Sørvági og haðan kemur mítt eftirnavn. Annars rokni eg meg sum heilan klaksvíking. Eg havi verið lærari alt mítt lív og tað droymdi eg um longu sum smádrongur. Tað er áhugavert at vera lærari. Tíðin broytist, men næmingarnir eru teir somu, sigur Jóhan Henriksen.

 -Eg tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1982 og var tvey ár einum kristnum frískúla í Hillerød. Hetta var mín fyrsta tíð sum lærari.  Síðan flutti eg til Klaksvíkar og var trý ár lærari í Klaksvík. Tað var í  hesum tíðarskeiðnum, at eg var deknur í kirkjuni. Eg fekk starv á Meginskúlanum á Sandi, og var har í tvey ár. Og so vóru aftur boð eftir mær í Klaksvík og eg havi verið her síðani, við undantaki av einum ári, tá eg havi verið  burtur.

 -Eg havi verið knýttur at Emaus í Klaksvík og í hesum sambandi havi eg ferðast nógv kring landið til møtir, sigur hann.

 -At vera kirkjutænari er ikki ókent í míni familju. Morbróðir mín Niels Juel Arge var klokkari so at siga alt lívið.

 -Eg havi fimm ær í Uppsalahaganum, eitt sindur av tíð fer til seyðahald.

Jóhan er giftur við Petru Hansen úr Klaksvík og tey eiga tríggjar synir og fimm barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.