Skriva út

Johan Beder

Johan Beder
klokkari
Fuglafjørður
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað er neyvan nakar fuglfirðngur, sum undraðist á, at Johan Beder ynskti at gerast kirkjutænari. Tey hava sæð hann í kirkjuni síðan hann var smádrongur og allur hansara uppvøkstur hevur havt við kirkjuna at gera. Pápi hansara, Torkil Beder, var prestur í Fuglafirði í mong ár. 

    -Tey manglaðu ein klokkara og eg var í kirkju allíkavæl og soleiðis kom eg upp í tornið. Vit eru tríggir sum skiftast og tað kennist ikki bundisligt. Tað var upp á tal, at vit skuldu hava ein fjórða klokkara at heita á, og eg meldaði meg, so nú eri eg eisini fjórði klokkari, sigur Johan Beder skemtiliga. 

    -Eg havi verið ein partur av kirkjuni, síðan eg dugdi at ganga. Fyrst í gomlu kirkju, síðan í missiónshúsinum Tabor, meðan nýggja kirkjan varð bygd og nú í nýggju kirkjuni, síðan 1984, tá ið hon varð vígd. 

    -Tað kom fyri, at eg ikki orkaði upp sum teenagari, onkuntíð var man seint uppi ella úti. Men eg kann ikki siga, at vit fingu ein strangan uppvøkstur, hóast pápi var prestur. Í løtuni er Johan húsavørður í skúlanum og sum ungur lærdi hann til bilmekanikara. Og bilar hava altíð verið ein partur av hansara áhugamálum .

Skýggj hava verið á lívsleiðini hjá Johan Beder. 

    -Eg havi havt krabbamein í tveimum umgangum. Eg fekk í 2010 staðfest krabba í lymfunum og árið eftir fekk eg staðfest krabbamein í øðrum nýranum. Eg varð lagdur undir skurð og fekk tikið annað nýra og síðan fór at ganga framá og í dag eri eg frískur. 

    - Eg var ikki bangin fyri at doyggja, men eg hevði so nógv at liva fyri. Eg haldi, at tað var verri hjá mínum nærmastu.

Johan er giftur við Dagmar. Tey eiga fimm børn, tríggjar dreingir og tvær gentir. Og tá Johan tekur samanum lívið, kemur hesin setningurin út av varrum hans. 

    -Vit eru rík.