Skriva út

Jógvan Pauli Dam Joensen

Jógvan Pauli Dam Joensen
klokkari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Kirkjugongdin hjá Argjafólki gekk fyri seg í Havnar kirkju fram til 1968, tá ið kirkja varð sett á stovn í Missiónshúsinum á Argjum. Hetta minnist Jógvan Pauli, vanliga nevndur Pauli,  væl. Hann var 21 ára gamal, áðrenn tað bar til at ganga í kirkju á Argjum. Jóan Pauli er føddur 14. apríl 1947.

 -Eg fór beinanvegin at ganga í kirkju á Argjum. Her var styttri at ganga enn heim í Havnar kirkju og argjafólk tóku væl undir við nýggju kirkjuni. Í 1986 varð eg biðin um at gerast klokkari og eg eri enn. Tá ið eg var ungur var einki á Argjum. Eg plagdi at fara heim til Havnar og luttók í ungdómsarbeiðinum hjá KFUM og K, sigur Jóan Pauli Dam Joensen.

 -Eg gekk á premilinerskúla í Jónas Bronksgøtu og í Hoydølum og fór síðan at læra á Snikkaravirkinum í Grønlandi. Tað var eitt deiligt lærupláss og eg arbeiddi eisini eftir lærutíðina sum sveinur í nøkur ár, sigur Pauli.

 -Eg hevði tó ein trupulleika, sum hevði plágað meg. Eg var tungur fyri málinum og stamaði illa. Eg fór niður at fáa mær hjálp fyri hesum. Stamingin var vorðin forðanin fyri øllum í lívinum. Eg bleiv tó ikki happaður av stamingini, heldur ikki sum vaksin. Men tað gjørdi mær ógvuliga ilt, fleyt í sveitta, tá eg skuldi siga okkurt. Nú kann eg ringja til fólk, uttan at vera bangin. Tað er vorðið betri við árunum. Og tað allar besta av øllum, børnini hava ikki arvað hetta, staming kann vera genetisk, havi eg hugsað, sigur hann.

Pauli fó niður, tá hann hevði arbeitt sum snikkari, fyrst á byggifrøðingaskúla og síðan til arkitekt. Hann hevur arbeitt á arkitektavirkinum hjá Árna Winther frá 1983 og fram til í dag.
 
Pauli er giftur við donsku Bodil Roel. Tey eiga tveir synir og eina dóttur. Og tey hava fingið trý barnabørn, tveir dreingir og eina gentu.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.