Skriva út

Jógvan Olsen

Jógvan Olsen
klokkari
Sandavágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Olsen úr Sandavági hevur verið klokkari í kirkjuni seinastu árini. Og hann er fegin um hetta starvið. Hann er føddur 25. november 1948.

-Eivind Johannesen bað meg. Hann hevði tá verið klokkari í 25 ár og hetta var í 2011. Fyrsta januar ella sjálvan nýggjársdag hetta árið byrjaði eg. Og eg hugsaði meg um í nakrar dagar, áðrenn eg segði ja. Eg vildi gjarna gera eina tænastu fyri kirkjuna. Alt talaði fyri, at eg vildi vera kirkjutænari, kendi tað sum eitt stórt álit, ið varð veitt mær, sigur Jógvan Olsen.

-Eg geri framvegis onkrar feilir, men tað fer at rætta seg. Tað liggur ikki til mína familju at vera kirkjutænarar soleiðis í nýggjari tíð, men longur afturi eru teir at finna.

-Eg havi verið sjómaður í nøkurár, navigatørútbúgvin. Eg sigldi úti og var við trolara. Eg eri eisini elektrikkari og havi arbeitt í Norra. Hetta gjørdi eg, at aftan á at eg gavst á flogvøllinum. Har starvaðist eg í 20 ár.

-Eg eri giftur við Thurid og vit eiga ein son. Hann hevur fingið tvær gentir og ein drong, og vit eru omma og abbi. Systir Thurid eigur eisini trý børn, og vit eru sum omma og abbi fyri tey eisini.

-Eg havi ein bát, ein góðan bát, men eg flóti alt ov lítð, eg eri sjálvdan á floti. Og so havi eg eisini seyð og seyður er mín stóri áhugi, sigur Jógvan Olsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.