Skriva út

Jógvan Hovgaard

Jógvan Hovgaard
deknur
Porkeri
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jógvan Hovgaard er gamal skipari og kennir botnin kring Føroyar, sum sín egna buksulumma og veit, hvat ber til at trola og ikki minst, hvar loysir seg best at trola. Jógvan førdi Sancy og Polarborgirnar og var skipari í mong ár. Men knappliga noyddist hann at leggjast uppi á landi.

Jógvan er føddur 23 oktober 1940.

-Eg var 57 ára gamal og konan gjørdist sjúk og eg passaði hana í sjey ár og síðan doyði hon. Hon andaðist í 2004 einans 64 ára gomul. Hon fekk eina sjúku, har hon gloymdi. Hon segði einki. Tað var ógvuliga friðaligt. Eg gekk vakt nátt og dag. Hon kundi slett ikki vera einsamøll og var heilt hjálparleys. Tað var hart, men har var einki at gera. Eg helt meg slett ikki verða lidnan á sjónum, mær dámdi væl at sigla og treivst væl umborð, men støðan heima gjørdi tað ómøguligt at halda fram við sjólívinum.

-Tað var, tá ið eg varð tvingaður í land av sjúkuni hjá konuni, at eg gjørdist deknur. Eg avloysti av og á Hilmar Bech, sum akkurát er deyður og sum var deknur her í bygdini í eitt mannaminni.

-Vit fingu trý børn, tríggjar synir. Ein býr í Porkeri, ein á Tvøroyri og ein í Kollafirði. Og vit hava fingið seks barnabørn.

-Í dag eri eg pensionist og tíðin gongur við ymiskum meiningsfullum. Eg havi 10 seyðir, sum hoyra til haga. Teir ansi eg eftir. Eg svimji og gangi til fimleik og eri nógv í dagtilhaldinum, sigur hann.