Skriva út

Jóannes Mørkøre

Jóannes Mørkøre
organistur
Hósvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóannes Mørkøre er ættaður úr Hósvík, býr í Havn og vaks upp sum drongur í Depli og á Toftum. Hann er í dag organistur í Hósvíkar kirkju. Jóannes er føddur 19 juni 1959. 

    -Vit komu til Depils, tá ið eg var seks ára gamal. Tað er nakað serligt við at vaksa upp har. Tað verður ofta snakkað um hvussu myrkt, tað er í Depli, men har er so myrkt, at sjálvt eitt barn legði merki til tað. Eg minnist, at vit fóru við báti yvirum til Hvannasunds í kirkju. Tað var Selurin, sum sigldi har. Eg spældi eisini nógv saman við dreingjunum á Oyruni, sum Norðdepli verður kallað lokalt. Síðani fluttu vit út á Toftir og hagani til Hósvíkar. 

    -Urguni møtti eg í Brekkunum í Hósvík. Omma og abbi bygdu í Brekkunum og fastir mín, Judit í Brekkunum spældi orgul. Tað gjørdi eisini synir hennara Hans Erland í Brekkunum og Helgi i Brekkunumm. Í 1973 vóru allir organistarnir burtur og eg spældi fyrstu ferð tann 1. juli hetta árið. Eg dugdi eitt sindur, hóast eg bara var 14 ára gamal. 

    -Sálmarnar lærdi eg eftir BF Bielefelt og ein tann fyrsti eg lærdi var “Jesus dine dybe vunder”. 

    -Í 1974 var Hans Erland fyrsti organistur og eg næsti. Síðan fór eg niður í nøkur ár og spældi, tá ið eg var heima. Í 2004 var eg organistur í Kollafjarðar kirkju. Eg búði í Kollafirði um hetta mundi.

Jóannes hevur starvast í 26 ár sum EDV maður. Nú ger hann fyrifallandi arbeiði. Hann er giftur við Beintu og tey eiga tveir synir, sum eru 13 og 24 ára gamlir.