Skriva út

Jóan Petur Eliassen

Jóan Petur Eliassen
organistur
Leirvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jóan Petur Eliasseen hevur verið urguleikari í Leirvíkar kirkju í tveimum umførum. Fyrst sat hann sum ungur í tíggju ár við urguna. Nú gjørdist beiggi hansara Jónsvein sjúkur og nú hevur hann aftur avloyst hann og spælt í kirkjuni aftur.  Jóan Petur er tað  mann kallar eitt natúrtalent. Hann er sjálvlærdur og hevur gott oyra fyri tónleiki. Hann er føddur 29 august í 1944.

 -Eg eri sjálvlærdur. Eg minnist, at eg fekk eina harmoniku sum tíggju ára gamal og síðan havi eg trýst á tangentar. Eg spældi nógv á harmonikuni og á klaver, áðrenn er setti meg við urguna.

 -Eg venji vanliga heima. Prestur ella deknur ringja dagin fyri gudstænastu og so spæli eg sálmarnar ígjøgnum. Eg spæli eftir gehør og ikki eftir nótum.

 -Eg fór til skips, var fyrst við norðmonnum og fór síðan umborð á Stjørnuna og Polarhav og nú arbeiði eg á Bakkafrost. Eg elski at arbeiða við laksi. Tað kom ikki nógv burtur úr spæli árini eg var til skips.

 -Eg byrjaði at spæla eftir nótum, lærdi teir fyrst, men eg var for gamal. Sovorðið skal mann læra, tá íð man er heilt ungur, eg angri, at eg ikki lærdi meg nótar,tá ið eg var ungur. Nú eri eg somikið gamal, at eg hevði ætlað mær at sleppa frá at spæla í kirkjuni, sigur hann.

 -Skúlastjórin Vagn Folbo tók við eftir mær. Eg og Jónsvein bróður hava spælt saman í mong ár.

 Jóan Petur er giftur við Binu, sum er úr Innistovu í Leirvík. Tey eiga tvær døtur og fýra barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”