Skriva út

Jóan Magnus Joensen

Jóan Magnus Joensen
organistur
Leirvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jón Magnus Joensen er royndur organistur og hann er nýggjur organistur í Leirvíkar kirkju. Hann er ættaður av Argjum og er júst fluttur til Syðrugøtu at búgva, hann er útbúgvin organistur við Leirvíkar og Glyvra kirkju. Jón Magnus er ikki ókendur í Eysturoynni. Hann var í samfull tíggju ár lærari við Stranda skúla og fimm ár í Tjørnuvík og hann hevur eisini roynt seg sum skrivandi journalistur. Jón Magnus er føddur 31 mars 1963.Hann er eitt skapandi menniskja og málar eisini, hevur havt framsýningar, skrivað skaldsøgu og søgur til lesibøkur hjá børnum og hann roynir seg enn innan journalistiska fakið sum fríyrkisjournalistur.

-Vit gingu í kirkju í Havnar kirkju, tá ið eg var smádrongur. Eg hevði ikki rættuliga hug at sita saman við foreldrunum, hevði nógv betri hug at sleppa upp á loftið, har Jóannes Nolsøe og aðrir urguleikarar royndu seg á urguni. Tað var stórbært fyri meg, tað var hugvekjandi, sigur Jón Magnus Joensen.

-Í 16 ár, frá tí eg var 16 og fram til eg var 32, var eg urguleikari  í Argja og síðan í Vesturkirkjuni. Eg tók Præliminer Organist prógv í Føroyum. Hetta er holl útbúgving innan orgulspæl og hetta tók fýra ár og alt gekk fyri seg eftir arbeiðstíð.  Eg eri uppvaksin við orgulspæli, pápi mín Henry Joensen hevur í mong ár verið organistur, eitt nú á landssjúrkahúsinum. Eg var organistur í eitt ár á Tvøroyri og í Hvalba, og tað dámdi mær stak væl, sigur hann. Jon Magnus byrjaði í Eysturoynni sum urguleikari fyrsta febrar í ár, sum er 2015, eftir 30 ár við urgunaaðrastaðni.

-Møguleikarnir við eini urgu eru ótømandi. Eg má alla  tíðina læra meg nýggj stykkir, fyri at halda meg sjálvan í gongd og tað er altíð spennandi.

-Mær dámar væl í Eysturoynni, nattúran er stórbær. Eg var rættuliga nógv á Kambsdali sum ungur skóti og eri bitin av umhvørvinum.

Jon Magnus er giftur við Anne Lisu, hon er ættað við Kolbeinargjógv. Tey eiga trý børn, tvær døtur og ein son.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”