Skriva út

Jens Christian Simonsen

Jens Christian Simonsen
klokkari
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jens Christian hevur ymisk frítíðarítriv, eitt er at vera klokkari í kirkjuni. Hann er ein virkin maður og hevur áhuga í seyði og at flóta. Í løtuni er hann stýrimaður á Næraberg, og tá íð hann er heima, hevur hann ein bát og hann hevur eisini veðrar í fitilendum í bjørgunum, sum hann heldur verða spennandi ítriv. Hann heldur seg vera almindiliga djarvan. Jens Christian er viðingur og er føddur 20 mai í 1965.

 -Pápi mín, Óli Ingvard Simonsen var klokkari, so tað er mangan, at eg havi loyst av, heilt frá ungum av. Verpápin Dánjal Viðoy hevur eisini verið klokkari. Síðan nýggja skipanin kom í kirkjuni við fleiri kirkjutænarum, havi eg nokk so ofta verið avloysari. Eg havi einki í móti at loysa av, tá íð tað ber til, sigur Jens Christian Simonsen.

 -Eg sigli og eg havi siglt alt lívið. Í løtuni eru eg stýrimaður við Næraberg. Tað dámar mær væl. So skjótt sum eg varð liðugur á sjómannsskúlanum, fór eg út at sigla sum stýrimaður. Eg sigldi í 20 ár hjá Torm. Seinastu seks árini var eg skipari.

Konan, Elsebeth er eisini av Viðareiði. Vit eiga fýra børn, tríggjar gentir og ein drong. Í frítíðini eru eg nógv umborð á bátinum, ein 30 fót bátur og annars luttaki eg í øllum tí vanliga á bygd.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”