Skriva út

Jens Arni Thomasen

Jens Arni Thomasen
klokkari
Sandavágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jens Arni er ein av teimum nýggjaru klokkarunum í Sandavágs kirkju. Hann tók við starvinum fyri hálvum øðrum ári síðani í 2014.

-Tað var Arndal, kirkjuráðsformaður sum kom og spurdi meg. Hann dugdi væl at yvirrtala meg, men ikki so væl, at eg segði ja beinanvegin. Mín beteinkiligheit var, at tað var eitt sindur bundið og at eg skuldi møta fyrr í kirkjuni. Annars havi eg altíð verið trúgvur kirkjugangari. Langabbi mín var klokkari og hetta starvið er arvað niður í aðrar greinar í familjuni. Ommubeiggi mín var klokkari í nógv ár og sonur hansara eisini í nógv ár, sigur Jens Arni Thomasen. Hann er føddur 7. oktober 1957.

-Konan hjá mær er donsk. Vit búðu tey fyrstu 10 árini í Miðvági og hon hevur arbeitt á Ellisheiminum á Sýnini. Hon helt fram at arbeiða á ellisheiminum, tá vit fluttu til Sandavágs fyri 12 árum síðan og tað er sama arbeiði, sum hon hevði niðri, áðrenn vit fluttu til Føroyar fyri mongum árum síðan. Tá sigldi eg úti. Konan átti ein son, tá ið vit komu saman og hann býr niðri.

-Eg eri skipsførari og arbeiði á Havstovuni sum biologiassistentur.

-Seyður hevur mín stóra áhuga og eg eri hagastýrisformaður í Sundshaganum, sum er størsti hagi í Vágum. Mær dámar væl at fáast við seyð og at velta. Tað er stuttligt og eg fái hampuliga frukt. Eg havi bygt sjálvur og brúki nógva tíð uppá húsini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.