Skriva út

Janus í Gong

Janus í Gong
klokkari
Hestur
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Janus í Gong býr í Havn og pápi hansara er úr Hesti og eitur Jóannes Joensen. Og hetta merkir, at teir eru rættuliga nógv í Hesti, í hvussu er einaferð um mánaðin. Jóannes er klokkari og Janus hevur hjálpt pápanum í torninum at ringja, síðan hann var níggju ára gamal. Hann er føddur tann 2. august 2004 og er fjúrtan ára gamal. Í dag ringir hann í Hest kirkju, tá ið pápin hevur forfall.

-Eg havi ringt ofta í Hest kirkju. Eg byrjaði við at sláa biðjusløgini, tá íð eg var níggju ára gamal. Nú orki eg at ringja við stóru klokkuni og tá íð babba ikki er í kirkju, so ringi eg, sigur Janus í Gong.

-Eg haldi ikki, at tað er flovisligt at vera klokkari. Og sum klokkari sleppi eg frá at sita stillur allatíðina og onkuntið gongur tíðin leingi í kirkjuni. Klokkararnir sita í vanligu stólunum í kirkjuni í dag. Tað eru so fá fólk í Hesti í dag, at hon virkar so tóm, um klokkarin fer inni í kór at sita. Eg haldi, at tað er stuttligt at vera klokkari og tað ger, at eg komi oftari út í Hest, sigur hann.

Í fríðtíðini eru Janus skóti. Hann er í skótaliði Sigmund Brestirssonar.

-Í ár skal eg ganga við turriklæði í eitt heilt ár. Hetta er fyrsta liðs turriklæði, sigur hann.

Janus gongur í skúlanum á Fløtum á Argjahamri og hann gongur í 8 ð.

-Eg veit ikki, hvat eg fari at læra til. Kanska í smiðjulæru og kanska seinni at lesa til maskinmeistara.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”