Skriva út

Jákup Olaf Johannesen

Jákup Olaf Johannesen
deknur
Sandavágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jákup Olaf er nýggjur deknur í Sandavágs kirkju. Her upp undir jól í 2020 hevur hann lisið tveir lestrar samanlagt, men hann roknar við at vera verandi deknur í framtíðini. Jákup Olaf er føddur 12. juli í 1983.

-Eg var spurdur og eg var stoltur av at vera spurdur. Eg hugsaði, at hetta var ein heiður fyri meg. Eg eri uppvaksin í kirkjuni, eri góður við kirkjuna og nú fekk eg høvi at geva nakað aftur. Eg ivaðist ikki og segði ja til deknastarvið, og tað var nú heldur ikki so ringt, tí eg eri uppvaksin í Sandavági og kenni øll, sum koma í kirkju, Jákup Olaf Johannesen.

-Eg eri so mikið nýggjur í starvinum, at eg enn einans havi lisið tveir lestrar. Eg lesi væl uppá og velji lestrar, sum siga mær nakað. Tann eina lesturin eg læs snúði seg um vón og væntu. Ein danskur prestur, sum hevði verið prestur í Norðoyggjum, skrivaði hendan lesturin í 1994. Vit hava tørv á at hoyra um vón, serliga í hesum tíðum við Corona, sigur hann.

-Eg haldi, at man eisini skal brúka nýggju lestrarnar og eg geri mær eisini ómak at velja sálmar. Brúki vegleiðingina á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni, sigur hann.

Jákupu Olaf er giftur við Rúnu á Rógvu í Vestmanna. Tey eiga tvey børn og triðja er á veg. Tey hava keypt hús í Sandavági, mitt í bygdini.

-Eg og konan lósu í Århus. Eg eri útbúgvin innan ítróttarleiðslu og starvist í dag sum sølumaður hjá Wurth. Eg havi við ítrótt at gera í frítíðini, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.