Skriva út

Jákup Justinussen

Jákup Justinussen
organistur
Leirvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jákup er føddur og uppvaksin í Leirvík og hevur seinastu fýra árini verið í Bretlandi og nomið sær útbúgving  innan talgilda marknaðarføring. Hann er føddur 18. november 1986. Hann hevur í dag egið virkið. Hann er eisini giftur við Lív úr Lamba og tey hava ikki fingið børn enn.

Og omaná alt hetta er hann organistur í Leirvíkar kirkju og tað er mest um hetta starv, hesin teksturin fer at snúgva seg um.

-Tónleikur hevur verið kring meg síðan eg var lítil . Eg byrjaði at læra at spæla upp á klaver sum pingulítil, hetta var hjá Eyðun á Lakjuni. Síðan bleiv tað til barnakór og ungdómsmøtir. Eg  fekk hug til orgul og fór at spæla í kirkjuni. Tá var eg fyrsti í tjúgunum. Orgul er rættuliga annarleiðis. Tað er eitt ógvuliga vakurt ljóðføri, majestetiskt, , Vit eiga flottar sálmar og orgulið er ikki rútmiskt, meira flótandi, krevjandi og tú hevur eina øgiliga breidd av ljóði undir fingrunum og beinunum. Beinini niðri á bassunum var ein øgilig avbjóðing í fyrstuni.

-Orgulið er passandi til sín stíl, hátíðarligt, stórsligið og vakurt. Eg sakni tó meira moderna ljóðføri í kirkjuni eisini . Og eg rokni neyvan við at orgulið verður einasta ljóðføri undir gudstænastuni í framtíðini.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”