Skriva út

Jákup Hendrik Egholm

Jákup Hendrik Egholm
klokkari og organistur
Vestmanna
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru 15 ár síðan Jákup Hendrik Egholm kom í kirkjubøkurnar í Vestmanna kirkju sum kirkjutænari. Og hyggja vit í bøkurnar í dag, er hann klokkari og av og á eisini organistur. Jákup Hendrik er føddur 25 juli 1957. 

    -Eg byrjaði sum klokkari á Hvítusunnu í 2000. Tað var kirkjuráðsformaðurin Jóan Magnus, sum ringdi til mín og bað meg vælsignaðan koma at hjálpa klokkarunum, og eg játtaði. Tað er eitt sindur løgið at vera klokkari í dag. Vit eru ongantíð í torninum. Har er alt automatiserað og vanligar sunnudagar gera vit einki, uttan tá vit ringa útgangin. Og heilidagar trýsta vit á knøttar, men tað er lítið bein í tí starvinum. 

    -Vit eru tríggir klokkarar, vit skiftast, tveir sunnudagar í part, og so gongur ein máni í millum, til vit skulu aftur. 

    -Eg eri útlærdur snikkari. Lærdi hjá Olaf Haldansen og fór í læru í 1974. Men eg havi ikki arbeitt nógv sum snikkari, havi verið húsasmiður síðan 1980. Seinast í nítiárunum fór eg at arbeiða fyri meg sjálvan og fyri tveimum árum síðani gavst eg sum sjálvstøðugur. Nú arbeiði eg fyri TG verk, eitt íslendskt byggifelag við einum dótturfelag í Føroyum, sigur hann. 

    -Eg havi eisini spælt orgul. Eg fekk eitt orgul, tá ið eg konfirmeraðist í 1971. Eg gekk ein vetur til orgulundirvísing hjá Jóanes Nolsøe, men tað var so sum so við venjingini, tímdi illa at venja. Eg lærdi tó at spæla eftir nótum. Eg spæli tó nokk so fitt uttan nótar eisini. Eg eri av og á organistur í kirkjuni her hjá okkum. 

    -Eg eri rættuliga glaður fyri tónleik og dámi eisini at syngja. Eg luttaki í Vestmanna Sangkóri, tað er eitt blandað kór. Eg eri eisini við í Harmonikufelagnum og vit plaga eisini at vitja samkomur kring landið og spæla til møtir. Sum ungur var eg eisini í hornorkestrinum, spældi kornett og seinni basstrombon. 

    -Familjan hjá mær er úr Leynum. Tað var abbi mín, sum flutti til Vestmanna. Eg eri í hvussu er vestmenningur. Familjan hjá mær hevur havt hjartatrupulleikar, nakað sum gongur langt aftur. Og eg havi fingið opererað eitt tól í hjartað, sum gevur mær eletriskan stoyt, um pulsurin gerst ov lágur. Tøknin er snild í dag og tað ber væl til at liva við hesum brekinum.

Konan er úr Havn og tey eiga tvær vaksnar gentir og tríggjar abbasynir.