Skriva út

Jákup av Skarði

Jákup av Skarði
deknur
Nólsoy

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Jákup av Skarði er tiltaksdeknur í Nólsoyar kirkju og hevur lisið nakrar ferðir. Hann er fyrsti lærari í skúlanum í Nólsoy. Jákup er føddur 12. juni í 1973.

 -Ein skúli hevur fyrsta lærara, tá hann onga framhaldsdeild hevur og talan er um ein lítlan skúla. Næmingatalið liggur um 14 í Nólsoy. Eg havi verið í 17 ár lærari í Nólsoy. Kona mín Ann-Mari av Skarði, fødd Hansen, er ættað higani úr Nólsoy.

 -Tað var rættuliga specielt at koma til Nólsoyar sum lærari og medborgari. Nólsoyingar hava gift seg við Nólsoynni og halda øgiliga nógv av sínum heimstaði. Tað er broytt nú, men fyrr var tað soleiðis, at børnini eystanfyri og tey norðanfyri lærdu ikki hvønn annan at kenna, fyrr enn tey komu í skúla.

 -Mær dámar væl í Nólsoy. Eg eri skúlaleiðari og vit knýta kirkjuna at skúlanum. Eg hevði millum annað arbeiði av at fáa klokkuna automatiseraða. Kanksa gongur tað eitt sindur trekt at fáa kirkjutænarar, tí arbeiðið er ólønt og fólk eru varin við at binda seg. Her er veiðimentan galdandi í bygdini, og at binda seg sampakkar ikki heilt við frælsi at fara  út at veiða.

 -Eg og Ann-Mari eiga fýra børn. Tríggjar døtur og ein son.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.