Skriva út

Høgni Sámal Joensen

Høgni Sámal Joensen
klokkari
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vanliga gongur maskinmeistarin Høgni Sámal Joensen ættaður úr Akkersvík innast á Skála vakt hjá SEV á Sundsverkinum. Hann eygleiðir, tá ið nátturðapottarnir kring landið fara út á og hann sær hvussu vindurin leikar í landinum, alt eftir hvussu nógvan streym vindmyllurnar geva. Og er turkur, ganga tær stóru maskinurnar, sum hann hevur ábyrgd av á Sundsverkinum undir tungari byrðu. Høgni gongur eisini vakt í Harrans húsi á Skála. Hann er klokkari í Skála kirkju. Allan mars, september og desember á tamb hevur Høgni kommandoina av kirkjutorninum á Skála. Hann letur lúkurnar upp og skoðar yvir vakra kirkjugarðin, sum navnframi skotin Alexander Todd grundaði. Hann ringir og hann kimar. Og søgan um hví Høgni gjørdist kirkjutænari er hjartanemandi. 

    -Eg var 13 ára gamal og ringur av astmu. Einaferð fekk eg eitt herðindi og tað vardi í samfullar 26 tímar. Eg helt, at eg skuldi doyggja, fekk onga luft. Og í neyðini kastaði eg meg niður á knæ, og segði við Gud, er hetta tín vilji? Og friðurin kom og luftin kom aftur í lunguni og so illa staddur havi eg ongantíð verið aftur. Tá ið so heitt var á meg um at ringja, nógv ár seinni, kom eg at hugsa um linnan Gud gav mær, og fyri tað vil eg fegin tæna honum, so leingi eg orki. Tað betýddi nógv fyri meg, at eg var biðin. Símun prestur bað meg, hetta var í 2011. Eg mátti sanna orðini hjá Dávidi: “Kalla meg á neyðardegi---“

Høgni er uppvaksin í innastu húsunum á Skála. Pápi hansara, Andrias av Syrðadali og mamman Julina høvdu skapt eitt sætt paradís fyri børn har inni. Fjøran lá næstan í túninum og bátur var eisini í húsunum. Akkurát nú eru húsini undir umbygging og hann og bróðurin Magnus, sum eisini er ógiftur fara aftur at búgva har saman. Í løtuni halda teir til hjá beiggjanum, meðan umbyggingin fer fram. 

    -Her var fjarskotið at búgva, meðan eg var smádrongur, men hetta var eitt framúr gott spælipláss og dreingirnir uttanfyri komu eisini inn at spæla. Tað hevur týdning at hava tað gott, har man er, sigur hann. 

    -Eg lærdi á Skála og stríddi meg fram til maskinmeistarprógv í Havn. Eg havi siglt víða um úti í heimi við reiðarínum hjá K. I. Larsen. Var eisni við Skálafjall og Ocean Castle áðrenn eg fór á Sundsverkið sum maskinmeistari.