Skriva út

Høgni Jógvansson

Høgni Jógvansson
organistur
Leirvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Høgni Jógvansson er ein av landsins yngstu kirkjuurguleikarum og hann spælir í Leirvíkar kirkju.  Hann er føddur 13. mars 1998.

-Eg byrjaði at spæla í kirkjuni í 2013. Eg byrjaði spakuliga  við einum sálma og síðan av og á. Eg spæli ikki fast enn, men tað blivur meira og meira. Eg var øgiliga nervøs í fyrstuni og tá man er bangin, er skjótt at taka feil og spæla skeivt, nú gongur tað betri.

-Eg eri sjálvlærdur, spældi fyrst guitar, síðan klaver og orgul. Síðan havi eg fingið undirvísing á Musikkskúlanum, har ein lærari Petur Martin hevur verið mær ein góður stuðul. Eg ætli mær at halda fram við orgulspælinum og at spæla fast, men havi ikki hugsað um at taka nakra urguútbúgving. Eg eri júst farin í læru sum timburmaður og tað ætli eg at halda fram við. Eg sleppi at venja í kirkjuni og tað eri eg fegin um, sigur hann.

-Undir eini ungdómsgudstænastu spældi eg bæði undanspælið, preludium og eftirspælið postludium og tá kom organisturin Vagn Foldbo og spurdi meg, um eg hevði hug at spæla. Eg byrjaði við einum sálma. Mær dámar væl sálmar, og ljóði av urgu saman við sálmi riggar væl. Eg komi í ein serligan stemmning av at hoyra hetta saman og faktisk hvørja ferð eg hoyri sálmasong, sigur Høgni Jógvansson, sum altíð hevur kent seg sum ein part av kirkjuni.

-Tá ið eg skal spæla,venji eg altíð nógv dagarnar frammanundan í kirkjuni. Tá ið eg ikki skal spæla, venji eg heima. Og Bach dámar mær væl,  hann hevur gjørt so nógv góð løg.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”