Skriva út

Hjalmar Hansen

Hjalmar Hansen
deknur
Rituvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hjalmar Hansen hevur síðan, hann var ungur verið virkin í andaligum arbeiði og tað fall honum heilt natúrligt at siga ja til kirkjutænarastarv, tá ið boð vóru eftir honum. Og tað er longu langt síðan. Í 1996 læs hann fyrstu ferð og seinni gjørdist hann fastur deknur. Hjalmar er føddur 4 desember 1967. 

    -Eg var valdur til eykadekn í 1996 og tá lósu Magnus og Fritjof. Teir lósu báðir upp á til hvønn sunnudag og so avgjørdu teir í kirkjuni beint undan gudstænastuni, hvør skuldi lesa. Tað segði eg við teir, at tað tímdi eg ikki, og eg vildi vita, hvønn sunnudag eg skuldi lesa og tað var eftirlíkað. Eg fór niður at lesa í 1998 at lesa cand. merc. jur. og kom heim aftur í 2003 og tá fór eg at lesa fast. 

    -Eg haldi ikki , at eg gjørdi mær so stórar tankar um deknastarvið. Eg hugsaði, at eg hevði verið virkin í andaligum arbeiði í Leguhúsinum í Nesvík og sum aðalskrivari í Bláa Krossi og tað at átaka mær eitt nýtt andaligt arbeiði var ikki ókent. Eg var vanur at ganga i kirkju, sigur hann. 

    -Vit avtala fríggjadag hvør skal lesa og so fyrireiki eg meg. Her eru nógvar lestrarbøkur at velja í millum. Kanska nemmari, um tað bara var ein. Mær dámar væl lestrarnar hjá Jákup Dahl. Teir eru merkiliga tíðarleysir og teir eru meistarliga væl skrivaðir, tað er eins og teir eru skrivaðir til at lesa upp, soleiðis at øll skilja teir. Eg hyggi onkuntíð upp á longdina av lestrunum. Í mínum huga mugu teir ikki vera alt for stuttir. Lesturin má ikki vera so stuttir, at ikki andakt fellur yvir fólk. Eg kundi ikki hugsað mær at skriva lestrar sjálvur. Nú tali eg á møtum, og nógv tíð fer við tíð. Mær dámar at lesa tað onnur hava skrivað.

Hjalmar og konan Katrina eiga fýra børn. Hon er ættað úr Sandavági. Tey eiga tvær døtur og tveir synir. Tey hava búsett seg i Rituvík og hava keypt eini hús har. Og grundgevingin fyri at búgva í Rituvík er eisini, at um ongin setur seg niður á bygd, tá verður ongin bygd eftir. Hjalmar er í løtuni stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali.