Skriva út

Hervør Jørgensen Henriksen

Hervør Jørgensen Henriksen
deknur
Miðvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hervør er gift vestur í Vágar og er lærari í Vágum. Hon tók prógv í 1983. Og hon hevur tilknýti til kirkjuna og er tænari í kirkjuni í Miðvági. Hon er fødd 7 oktober 1958.

 -Eg eri kirkjufólk, havi altíð gingið í kirkju. Tá ið tey her í Miðvági skiftu til at hava fleiri deknar, varð eg biðin. Eg rokni við, at eg varð spurd, tí eg eri von fyri at tosa fyri fólki, sigur Hervør Jørgensen.

 -Tá ið eg eri deknur, velji eg úr rúgvuni av føroyskum lestrarbókum og eg detti ofta aftur á Jákup Dahl, próst, sum er so lættur at lesa málsliga og sum er so tíðarleysur. Eg haldi, at tað er gott hjá deknum, at hava fleiri lestrarbøkur at velja í millum. Tað er so ójavnt, hvat talar til ein.

 -Mær dámar ordliga væl vanligu fólkakirkjuna. Mær dámar væl felagsskapin í kirkjuni og eisini í føroyska dansinum. Tað er søga við framhaldi. Og tá íð eg seti meg í kirkjuna, kann eg órødd siga við meg sjálvan, nú er friður, nú kann einki óvæntað henda.

 Hervør er gift við Dánjal Jákup Jørgensen, sum er ættaður úr Miðvági og sum hevur verið á sjónum stóran part av lívinum.

 -Eg havi átt seks børn, fimm eru á lívi, tað eina var deyðføtt, sigur Hervør.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.