Skriva út

Heri Johannesen

Heri Johannesen
klokkari
Glyvra

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Heri Johannesen, fyrrverandi klokkari í Glyvra kirkju, er sonur Polstraran og so vita øll á Skálafjørðinum, hvønn talað verður um. Við í bagasjuni hevur hann eisini tey fyrstu átta árini, hann livdi og tey gingu fyri seg á Toftum og tað sleppur ongin ómerktur frá. Heri er uppvaksin saman við skemtiligum og speiskum toftamonnum, sum altíð eru klárir við tí góða orðinum. Og meðan brostið var fyri nev í heiðalendinum í erva á Toftum og kát fuglaljóð vóru at hoyra allastaðni, varð Heri borin í heim 11 juli og nærri roknað í árinum 1957.  Hetta var meðan eystari armur á Skálafjørðinum  var ein kommuna.

-Vit fluttu inn á Høgaból, tá ið eg var smádrongur og í 1984 keyptu vit eini hús á Glyvrum. Pápi var møbilpolstrari. Hann hevði nógv at gera, tá ið virksemi á Skála Skipasmiðju var í velmaktini og skip vóru smíðaði. Hann gjørdi alt polstriarbeiði umborð á nýbygningunum.

-Hjá mær gekk tað sum hjá teimum flestu. Eg stiftaði familju. Konan kallaðist Linhild Lydersen og var ættað úr Skálavík.  Vit fingu trý børn, ein drong og tvær gentur. Svørt skýggj komu á himmalin um aldarskiftið. Konan byrjaði at kenna sær mein. Hon hevði ringar dagar næstan aðruhvørja viku. Í 2005 varð staðfest, at hon hevði krabbamein og longu tíðliga árið eftir var hon deyð.

-Tá ið hon hevði fingið staðfest krabbamein, gekk tað skjótt. Eg helt,at vit vóru fyrireikaði, men tá tað gongur so skjótt, er tað ógvuliga svárt fyri familjuna. Yngsta dóttirin var eins 16 ára gomul.

-Seinni flyti eg til Svøríkis, tí eg hevði hitt eina russiska kvinnu á netinum. Vit giftust, hon flutti til Svøríkis og vit hildu saman í trý ár. Vit riggaðu ikki saman og avgjørdu at fara frá hvørjum øðrum.

-Í 2011 hitti eg mína núverandi konu. Hon er úr Afrika og eitur Joy Nkeki Johannesen. Hon eigur eina vaksna dóttir, sum eg havi adopterað. Jú her hava verið stórar broytingar í mínum lívi og nú eri eg við at fóta mær aftur og kenni meg mitt í millum tvey týdningarmikil tíðarskeið í lívinum.

Heri Johannesen var fastur klokkari frá 2001 og fram til 2005. Hann avloysti Amon Djurhuus, sum var vorðin sjúkur.

-Eg sá nakað stórt í at vera klokkari og segði ja beinanvegin, eg varð spurdur. Eg sá kirkjutænarastarvið sum eina týdningarmikla tænastu. Eg gavst, tá ið eg flutti til Svøríki og síðan til skips. Eg eri motorpassari og havi fyri tað mesta fingist við bilar fyrr í lívinum, sigur hann.   Nú hevur hann ætlanir um at arbeiða í Noregi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”