Skriva út

Herdis Beder

Herdis Beder
deknur
Fuglafjørður

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Herdis Beder er fødd stóra fótbóltsárið í Fuglafirði, í 1979 og nærri rokna tann 4 mars, sum fyrstadeildarliðið hjá ÍF vann meistaraheitið í oysandi regni á fótbóltsvøllinum í Fuglafirði. Og hesi orðini hava einki við kirkjuna og kirkjutænarastarv at gera og tað verður tað, næstu reglurnar fara at snúgva seg um. Herdis er bankakvinna og býr í Fuglafirði.

 -Eg læs fyrstu ferð 1. Sunnudag i atvent í 2011. Áshild Kristiansen, sum var kirkjuráðsformaður heitti á meg. Hon hevði hoyrt um meg, at eg var leys og at eg hevði lisið til prest. Eg eri smæðin av natúr og segði ikki ja beinanvegin, tá ið hon ringdi. Eg mátti yvir um mørk. Eg læs fyrstu ferð fyri 10 fólkum í Elduvíkar kirkju,sum er ein partur av Fuglafjarðar Prestagjaldi. Vit eru fleiri deknar og hava eina viku i part og tað er passaligt. Fyri meg skal ein lestur fanga og tað kemur fyri at eg ikki veit leygarkvøld, hvønn lestur eg skal lesa. Tað er komið fyri sunnumorgun, at eg havi sitið við trimum lestrum sunnumorgun, og ongin er nóg góður,  sigur Herdis Beder. Hon eigur tveir dreingir, eldri er níggju ár og yngri er fimm ára gamal.

 -Onkuntíð, tá ið eg nú hugsi um tað aftaná, so er tað ikki heilt uttan grund,at eg eri kirkjutænari í dag. Vit vóru út fyri einari ógvuliga svárari hending, tá ið vit mistu átta mánaðar gomlu dóttir okkara av krabbameini og tað setti lívið í perspektiv. Eg eri glað fyri at vera kirkjutænari og eg haldi, at tað er fínt, at kirkja er sum hon er.
 
-Eg havi fingið kirkjuna við móðurmjólkini. Abbi mín, Torkil Beder, var sóknarprestur í Fuglafirði í eitt mannaminni og eg gekk í kirkju saman við honum,tá ið eg var barn. So komu tannárini og tá minkaði hugurin til kirkjuna eins og vanligt er og hugurin kom aftur, tá ið eg gjørdist vaksin og hann er har enn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”