Skriva út

Heðin Samuelsen

Heðin Samuelsen
klokkari
Sandavágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Seinastu tíggju árini hevur Heðin Samuelsen úr Sandavági verið klokkari í Sandavágs kirkju. Hann er føddur 30. september 1957.

-Eg tók við eftir Knút Joensen, sum doyði. Tað var Heini Petersen, sum bað meg, hann var kirkjuráðsformaður um hetta mundi.

-Eg havi altíð gingið nógv í kirkju, síðan eg var barn og eg hevði ongar beteinkiligheitir við at siga ja til klokkarastarvið.

Heðin Samuelsen hevur verið heimamaður seinastu góðu 10 árini og hann hevur eisini drúgva starvsleið á sjónum.

-Eg gavst at sigla í 2005, áðrenn hevði eg verið til skips og hevði ført skip í mong ár. Vit eru nokk einasta kirkja í landinum har klokkari og deknur eru skipsførarar.

-Eg var skipari á rækjutrolaranum Høgafossi, men tá ið hann var seldur, gavst eg, tá nærkaðist eg teimum 50. Eg var skipari í 20 ár og bara eftir rækjum, okkurt árið var eg níggju mánaðar burtur, tað var ikki einki. Eg var bara 28 ára gamal, tá eg gjørdist skipari.

-Tað var eitt stórt skiftið fyri meg at leggjast uppi. Eg fekk starv á einum heimi fyri sinnisveik og tað var ikki akkurát tað sama, sum at standa á eini brúgv. Seinastu sjey árini havi eg verið arbeiðsformaður hjá Vága kommunum og tað minnir um skiparastarvið, sigur Heðin Samuelsen.

Heðin er giftur við Rósu Samuelsen og tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina dóttir. Tvey barnabørn eru komin og eitt er á veg.

Í frítíðini fæst Heðin millum annað við seyð og gæs.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.