Skriva út

Hanus Thomsen

Hanus Thomsen
organistur
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hanus Thomsen er ein partur av eini familju á Skála, sum hevur verið virkin í kirkjuni í mong ár. Hann er abbasonur Jørgin Thomsen, sum var kendur sum politikkari og virkin í kirkjuráðnum á Skála og eisini kirkjutænari. Pápi hansara Frits Thomsen hevur eisini verið deknur og somuleiðis fastir hansara Sára, sum skiftist um deknastarvið við onnur á Skála. Og aftur her er tað tætta sambandið millum missiónshúsið og kirkjuna og ídni hjá Súna Kristiansen, sum hevur føtt ein organist á Skála. Ein organist, sum í tí dagliga er maskinmeistari. Hann er føddur 31 mars 1983. 

    -Eg lærdi at spæla orgul hjá Súna Kristiansen og spældi fyrstu ferð til brúdleypið hjá fastur míni Sáru. Hetta var í 1997. Men tónleikaundirvísingin byrjaði, tá ið eg var 12 ára gamal. Tá byrjaði musikkskúlin her á Skála og tá ið eg var 14 tók hetta rættuliga dik á seg. Eg var virkin í missiónshúsinum til møtir, gekk á ungdómsmøtir og klaverið var mítt høvuðsljóðføri. Súni var mær hollur í ráðum, tá eg fór at spæla orgul. 

    -Eg síggi tað at vera organistur í kirkjuni sum eina tænastu. Kanska eitt kall, veit ikki, um tað er tað rætta orðið, men okkurt sum líkist tí. Eg hevði ikki viljað verið organistur og heldur ikki vilja verið í hesi tænastu, um eg ikki hevði kenslur fyri hesum arbeiðinum. 

    -Eg haldi, at arbeiðið í kirkjuni er hátíðarligt og tí eri eg kanska onkuntíð eitt sindur nervøsur. Men ikki meira hátíðarligt enn so, at eg fari í kirkju í vanligum klæðum, havi ikki enn lært meg at binda slipsaknút. Men kanska er organiststarvið eitt sindur anonymt, tú sleppur frá at vera útstillaður inni í kóri, men situr anonymt uppi á loftinum. Hanus er eitt sindur harmur um, at ikki fleiri ung ganga í kirkju. 

    -Praksis vísir, at kirkjan ikki er appelerandi fyri ungdómin. Vit kundu kanska loyst eitt sindur upp við tí fasta og siðbundna. At formurin fyri gudstænastuni gerst eitt sindur leysari, fer neyvan at flyta tey stóru tingini, sigur hann.