Skriva út

Hans Vang

Hans Vang
klokkari
Tvøroyri

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Uppi í Sjúkrahúsbrekkuni nummar 19 og inni á Suðuroyar Ellis og røktarheimi á ovaru hæddini situr 76 ára gamli Hanus Vang og ristist. Hann hevur Parkinson sjúkuna, og hetta ger, at høgra hond ongantíði er í frið. Tað hálar i hana døgnið runt. 

-Tað er stríggið at hava hesa sjúku, tað er ringt at liva við Parkinson, tí eg fái ikki verið í frið. Men eg havi gjørt nyttu í mínum virkja lívi og nú nytti eg einki, sigur Hans Vang. Hann er føddur 7 oktober 1940.

-Eg var klokkari í Tvøroyrar kirkju í 25 ár og mátti gevast, tí Parkinson sjúkan fór at gera um seg. Eg gjørdist klokkari í 1985 og vit vóru fleiri, sum skiftust um at vera klokkarar. 

-Eg havi annars verið húsasmiður. Eg eri timburmaður og mær dámdi væl at smíða.

Eg var eisini sýnsmaður hjá tryggingini og eg minnist, at serliga nógv var at gera eftir jólaódnina í 1988. Tá ristist alt takið av sjúkrahúsinum her á Tvøroyri, nú siti eg sjálvu og ristist her.

 

-Eg eri 76 ára gamal, tíðin gongur spakuliga, meðan eg siti og ristist her.

-Eg eri ættaður av Tvøroyri og eftirnavnið Vang kemur úr Froðba. Tað hava verið timburmenn í familjuni í fleiri ættarlig. Eg eri uppi allan dagin og sovi toluligt um næturnar. Eg fái vitjan av og á. Akkurát nú hugsi eg um jólini. Øll eru spent til jólar. 

Ipaddurin liggur á borðinum.

-Hann brúki eg mest til Skype. Systur mín býr í Danmark og vit tosa gjøgnum skype. Tað er hent og deiligt at síggja hana eisini. Eg havi eisini telefon á kamarinum soleiðis, at eg kann halda sambandið við umheimin.